fredag den 9. april 2010

Mamma í New York og omma á vitjan

Nógv er hent síðan síðst. Mamma hevur verið í New Yrk í 9 dagar, og meðan var omma og vitjaði okkum. Mamma heldur at eg dugi so væl at práta tá hon kom aftur, hon sigur at eg práti allatíð, hon veit ikki hvørjum eg havi tað frá:). Nú eri eg eisini byrja at seta orð saman, tað heldur mamma er ordiliga sturrligt.

Eg og omma hugnaði okkum ordiliga. Eg vildi allatíða leiða og spæla við hana, tað var soo deiligt at hava hana her:) Og nú hon er farin, sakni eg hana. Eg havi ofta spurt eftir henni, t.d. tá eg og mamma hava verið úti og spælt, sigi eg omma tá vit fara inn aftur, mamma heldur at tað er tí at eg hopi at omma er har tá eg komi inn aftur.



Mamma og hennara vinkonur á Time Square.

Ingen kommentarer: