onsdag den 30. september 2009

Tvær prinsessur

Í dag havi eg haft fornemma vitjan, Krónprinsessa Mary var og vitjaðu á deildini:) Meðan babba og omma sótu og ótu, gekk eg ein túr út í gongina. Tá kom Mary prinsessan og heilsaði upp á meg, meðan eg sat og spældi. Tey filmaðu meg eisini, meðan eg sat og spældi við dukkuna, og tey søgdu, at tað fór at koma í sjónvarpi í einari sending aftan á nýggjár. Aftan á kom babba út og heilsaði upp á Mary, og spurdi um hann kundi tað mynd av mær og henni:)))


Picnic í fælledparkini við Herbert

Næst síðsta vikuskifti bjóðaði gumma okkum til picnic í fælledparkini, tað var so hugnaligt. Vit skuldu bara møta upp, so hevði mín fitta gumma gjørt lekran brunch og baka kaku:) Veðrið var eisini av tí allar besta, sólin skein oman og niðan. Eg og Herbert hugnaðu okkum, har var so stórt so vit kundi renna runt sum vit vildu:)










Á sjúkrahúsinum

Her hendir ikki tað stóra fyri tíðina. Nú eru bara tveir dagar eftir til eg komi heim, gleði meg so nógv:))) Tað fyrstu vikuna hevði eg tað ikki allar best, hevði eitt sindur av bivirkningum, tímdi ikki so væl at eta og hevði diarré, men nú havi eg tað nógv betur:)
Í síðstu viku kom omma til okkum, tað er so deiligt at hava hana her:)) Hon er á sjúkrahúsinum hvønn dag saman við mær og babba, so mamma kann fara heim eina løtu og skriva uppgávu.

Herbert var og vitjaði meg eitt kvøldið, tað sær út sum vit ætla okkum út?

Eg havi fingið eina mús frá klovninum sum er og vitjar av og á:)

Ein fín ljósarreyð mús eg havi fingið.

Hey hey hetta er mín song meðan vit eru á sjúkrahúsinum.

Góðan morgun:)

Eg gevi dukkuni at drekka.

Nú dugi eg so væl at spæla, eg gevi dukkunum at eta, drekka, og so trilli eg eisini dukkuvogn.


onsdag den 16. september 2009

Hyggedagur saman við mammu og babba:)

Í dag vóru eg, mamma og babba úti í fields og spældu í Capella play. Tað er eitt slags spæli land fyri børn - tað var ordiliga stuttligt:)

Í morgin skal eg innleggjast í 14 dagar:( Eg havi fingið eina keðiliga bakteriu. Læknarnir vilja verða helt sikrir í at hon fer vekk, so eg eri byrja upp á ein sterka antabiotika viðgerð í 3 mánaðir. Tað inniber at eg skal hava eina masku við antabiotika í tvær ferðir um dagin í uml. 15 min, og so fái eg eitt annað slag av antabiotika sum eg eti tvær ferðir um dagin.Og í morgin skal eg innleggjast í 14 dagar, har eg fari at fáa eina antabiotika viðgerð 3 ferðir um dagin.Til síðst vil eg siga at eg havi tað fínt, babba og mamma merkja einki á mær, so vónandi fer alt at ganga gott:)

Eg fór bara avstað heilt sjálv, heldsje eg tori væl?:)




Wwuuhhuuuu.......



Sær nakar meg?

So nú dugi eg at trilla hana:)

Í fyrstuni dugdi eg ikki ordiliga at trilla trullibørðuna.

Eg og babba í tí stóra bananum:)

Namm namm, eg elski kakao mjólk:)

mandag den 14. september 2009

søndag den 13. september 2009

Eitt frálíkt vikuskifti

Í dag hava vit, Herbert og tey og Rannvá og tey, verið í djórahavanum. Tað var ordiliga hugnaligt:)

Har vóru fleiri hjortir.

Rannvá situr í sandkassanum

Heyyy øll somul...:) Eg og Herbert spæla í einum spælihúsi.

Í djórahavanum, eg keli hestinum:)
Leygardagin vóru vit og vitjaðu gubba og tey, eg spældi næstan allatíð við hesa apuna, hon dugdi at snakka og at klappa:)

Hallóó apa!!:)
Margret gevur mær eina apu at spæla við sum Rókur hevur átt. Eg helt at hon var so fitt:)

Fríggjadagin komu Rannvá og pápi hennara yvir til okkum at spæla. Fyrst spældu vit eina løtu uttanfyri, os do fóru vit inn at spæla. Á myndini sita vit so fittar og spæla við koppastell:)

lørdag den 5. september 2009

Ein vátur og góður leygardagur

Dagurin byrjaði við at vit fóru út at spæla. Tað hevði akkurát regna, so eg mátti fara í regndraktina, men eg hugnaði mær fyri tað:)
Seinni komu Herbert, gumma og Hallur at eta døgurða. Beint sum vit høvdu etið, fóru babba og Hallur til fótbóltsdyst millum Danmark - Portugal. Eg og Herbert hugnaði okkum óført, tað var futtur í okkum til tey fóru avstað og eg fór í song:)





Eg og Herbert dansa til tónleikin:)
Herbert og eg royna at rýma upp gjøgnum trappurnar í uppgongini hjá okkum, men tað eyðnaist okkum ikki:)

tirsdag den 1. september 2009

Babba heima hjá mær:)

Nú er nógv hent síðan vit eru komin niður til Dk eftir summarferiðuna. Eg dugi so væl at ganga nú, so eg grulvi næstan ikki meira.
Mamma er byrja í skúlanum aftur, so nú er babba heima hjá mær, tað er ordiliga deiligt:) Babba hevur orlov frá DBU í 6 mánaðir, og so skal mamma verða heima aftan á tað:)