onsdag den 21. april 2010

Í Fiskatorginum og spæla

Í gjár vóru vit í fiskatorginum og spældu. Har er eitt lítið spæli øki við ymiskum pútum, og so er eisini ein video kanón sum lýsir alt møguligt ymiskt niður á gólvið, t.d. lýsir hon fult av ballónum, og tá mann so traðkar har fara ballónirnar vekk. Vit eru har við hvørt, sum oftast fyrrapartar, tá eru tað eisini børn í mínum aldri sum eru har:) Tað er ikki so galið at verða har, tá ið tað regnar uttan fyri og mamma ikki tímur út at spæla..:)

Í morgin hopi eg at omma og abbi koma at vitja okkum, tí eg tími ikki at bíða meir! Tey skuldu verða komin týsdagin, men handan býtta øskan úr Íslandi órógvar alt. Eg gleði meg soo nógv at síggja tey aftur :))





Ingen kommentarer: