søndag den 12. august 2012

Vit fýra í tivoli

Í dag hava vit verið í tivoli. Fyrst helt Rasmus Klump eitt show, har tey sungu og roksaðu. Aftan á prøvaðu vit okkurt :)

lørdag den 11. august 2012

Ró 4 ár


Áðrenn vit fóru heim til Føroyar í summar, helt Ró føðingardag fyri gentinum í barnagarðinum :) tað vóru bara
7 gentir, summar vóru farnar í summarfrí, og Karlina og Ida vóru við. Tað var ordiliga hugnaligt. Gentirnar hugnaðu sær og spældi so gott saman. Tær komu uml. 10.30 tíðina og fóru avstað uml. 14. tíðina. Tá tær høvdu spælt eina løtu, fóru vit at eta lagagnu. Aftan á fóru vit út á spæliplássið at spæla, og har ótu vit so kaku áðrenn tær fóru heim aftur :)














 Ró fekk hesa fínu súkkluna í føðingardags gávu frá mammu og babba :)

Tá gestirnir vóru farnir fór Ró út at súkkla við síni nýggju súkklu :)