onsdag den 2. december 2009

Hjálmur er cool....

Í dag tá mamma kom heim, gekk eg við súkkluhjálmi á høvdinum. Eg peikaði á hjálmin, og vildi hava hann á høvdi. Eg gekk runt við honum eina góða løtu og spældi:)



tirsdag den 24. november 2009

Spælidagur saman við Rannvu

Leygardagin vóru vit og spældu við Rannvu í prismuni (tað er ein høll tætt við oyrasundskollegiet). Har vóru fult av børnum, og ordiliga gott pláss til okkum at renna lang, uttan at mamma og babba skulu renna eftir mær, deiligt:)

Nú hava vit keypt eitt súkklu setur og hjálm, so er tað skjótari at koma runt:)




Hallóó...:)

Her situr Rannvá so fitt, hon dugir so væl at klintra, ein ordans klintrimús:)

søndag den 22. november 2009

Jól í tivoli

Fríggjadagin vóru vit í tivoli. Har var so hugnaligt, við jólaljósum og nógvum jólaprýði:)


Hetta var guff, sponsk rør við ísi:)

Mín fyrsti karusel -túrur:)

Mær dámar so væl at hyggja at Pingu:))

Tá eg fái maskur um morgunin og um kvøldið, hyggi eg eftir Pingu. So skjótt babba kemur við telduni, sigi en nad nad, líka sum Pingu:)

Eitt kvøldið var Herbert hjá okkum, meðan gumma og Hallur fóru í biograf, tað var ordiliga stuttligt;)






mandag den 2. november 2009

søndag den 1. november 2009

Herbert og vitjar meg

Í dag var Herbert, Hallur og gumma og vitjaðu okkum, tað var ordliga deiligt at spæla við hann:)


Tvey fitt sjarmutrøll:)

Eg helt at Herbert hevði ordiliga fínar sokkar:)

Gummusa Herbert situr so fittur og etur mandarin.

Eg, mamma og babba í djóragarðinum

Í síðstu viku fóru vit ein túr í djóragarðin, tað haldi eg er ordiliga stuttligt:) Eg peiki, og royna at herma eftir djóraljóðinum.

Har eru nógvir pingu´ir:)

Her siti eg í míni fínu troyggju, sum eg fekk í føðingardagsgávu frá Ásu gummu:)


Babba fekk ikki ordiliga nakra góða mynd, men apan kom fleiri ferðir heilt yvir til rútin, so tað virkaði sum um vit stóðu beint ísíðuna av hvørjum øðrum, tað helt eg var ordiliga stuttligt:)

Nakrar myndir

Her eru nakrar tilvildarliga myndir.

Ein gella sum dugir at skaba sær:)


Her siti eg:)

Eg havi akkurát verið í bad, so deiligt:)


Eg "hjálpi" mammu við at vaska klæðir:)

Eg eri akkurát vakna, so eg skal líka vakna orduliga hjá babba:)

fredag den 23. oktober 2009

Í dag hava vit verið í Fields

Í dag vóru vit ein túr í Fields. Eg, babba og abbi vóru ein túr inni í capella play, meðan omma og mamma gingu í handlar. Aftan á fóru vit í sunset at eta:)

Í morgin fara ommma og abbi til Føroyar aftur, tað er keðiligt:( Nú hevur omma verið her hjá okkum í yvir 1 mánaða, fari nokk at rópa "omma!" ofta. Fari at sakna tey bæði orduliga nógv!




Ummm, ketcup smakka væl:)





Eg elski at lesa bøkur


Tað sum eg haldi eg allar stuttligast fyri tíðina, er at lesa bøkur, eg kann blíva við og við:)

lørdag den 17. oktober 2009

Nú er abbi eisini komin:)

Í gjár kom abbi niður til okkum, tað er so deiligt at síggja hann aftur. Eg havi leitt abba í allan dag, tað er so deiligt, tí hann kemur akkurát har sum eg peiki:))

Sum tit síggja, so eru myndirnar í øvugtari ræðfylgju.

Eg lulli so deiligt:)
Eg og gubbi:)

Dann gubbi og Brit, tey fara at fáa eina diddu heilt skjótt:)

Eg og Dann gubbi. Eg fekk fínan pakka, eina forseinkaða føðingardagsgávu, frá teimum. Hendan hundin, sum eg gangi við, hann syngur og goyr, heldiga eg:)


Hetta er um morgunin og abbi kom kvøldið áðrenn, eg tímdi væl yvir til hann:)

Eg máli við fíngra máling

Fyri fyrstu ferð havi eg prøva at mála, og eg málaði við fingrinum, tað var orduliga stuttligt:)

Svansibobb:)



Hetta bleiv so mítt endaliga resultat:) Mamma hevur hongt tað upp á veggin í kamarið, tað manglaði farvur inn í kamarið:)

mandag den 12. oktober 2009

Ein hugnaligur sunnudagur

Í gjár vóru eg og mamma fyrst og vitjaði Una og Rógva, meðan babba spældi dyst, og seinni fóru vit øll til Rannvu at eta lekran døgurða :)

Sigga gav mær nutella upp á bollan, og sum tit síggja smakkaði tað ordiliga væl:)



So var mammubólkur aftur á skránni

Leygardagin vóru vit í mammubólki aftur. Vit fóru til Remiseparken, tað er ein slag mini zoo, sum er tætt við hjá okkum. Har er stórt spælipláss, so eru eisini ymisk djór, t.d. geitir, kaninir, hønir, hestar og grísar. Tað var ordiliga stuttligt at síggja øll børnini aftur, Hallgerð hevði gjørt bollar og baka kaku, ordiliga lekkurt!:)