onsdag den 28. april 2010

søndag den 25. april 2010

Jubbii, omma og abbi eru komin :)

Nú eru omma og abbi endiliga komin, soo deiligt :)) Eg haldi at tað er so deiligt at hava tey her, eg gangi allatíð og sigi, omma trilla, abbi leiga o.s.fr. og tey tíma eisini ordiliga væl :)

Her eru nakrar myndir, frá tá vit vóru í einum spæliplássi og spældu.

Eg og omma lesa bók :)

Eg og babba ganga á einari heingi brúgv, tað var ordiliga stuttligt :)



onsdag den 21. april 2010

Í Fiskatorginum og spæla

Í gjár vóru vit í fiskatorginum og spældu. Har er eitt lítið spæli øki við ymiskum pútum, og so er eisini ein video kanón sum lýsir alt møguligt ymiskt niður á gólvið, t.d. lýsir hon fult av ballónum, og tá mann so traðkar har fara ballónirnar vekk. Vit eru har við hvørt, sum oftast fyrrapartar, tá eru tað eisini børn í mínum aldri sum eru har:) Tað er ikki so galið at verða har, tá ið tað regnar uttan fyri og mamma ikki tímur út at spæla..:)

Í morgin hopi eg at omma og abbi koma at vitja okkum, tí eg tími ikki at bíða meir! Tey skuldu verða komin týsdagin, men handan býtta øskan úr Íslandi órógvar alt. Eg gleði meg soo nógv at síggja tey aftur :))





mandag den 19. april 2010

So fín

Mamma keypi mær hesa hálsketuna í New York, Askepot er á henni :)







Rannvá og eg spæla

Leygarkvøldið vóru Rannvá og tey her. Fyri tað mesta spældu vit heilt væl, men vit klandraust eisini inn í millum:/

Tvær fittar gellur klárar at fara í song :)

Vit spældu við mín nýggja køk :)

onsdag den 14. april 2010

Til kontrol

Í gjár var eg til kontrol á ríkissjúkrahúsinum, og tað gekk ordiliga gott :) Ella gott og gott, tað er ann upp á hvønn man spyr, spyrt tú meg so haldi eg ikki at tað gekk so gott, men spyrt tú mammu ella babba so halda tey at tað gekk gott. Beint sum vit koma inn í ambulatorið byrji eg at gráta, tí eg veit væl hvat tá fer at henda, men tá eg so komi upp úr vogninum og sleppi at spæla í spæliplássinum er betur lag, inntil lækin biðir okkum koma inn. Tá eg so komi inn til læknan byrji eg at hýla, sjálvt um hann einki ger, tað er tí at eg veit at okkurt keðiligt fer at henda :(
Hvønn mánað blívi eg suga úr nøsini, viga, máld og so lurtar læknin eisini eftir lungunum. Tá ið eg verið eitt sindur størri fari eg at skilja at lækin er fittur, og at tá sjúkrasysturin hevur suga úr nøsini, so er einki eftir. Av tí at eg eri so lítil enn, so skilji eg ikki ordiliga hvat fer at henda næst, tí at tað er ikki ordiliga altíð tað sama, t.d. um vetrar hálvuna fái eg eisini eina sproytu í beini hvønn mánað, og við hvørt taka tey blóðroyndir, so tað er ikki altíð so lætt at halda skil á hvat hasi fólkini finna upp á.

Síðst eg var til kontrol, tóku tey blóðroyndir. Fyri hálvum ári síðan var eg innløgd tí eg hevði fingið pseudomonas (tað er ein bakteria sum kann blíva kronisk). Og tá mann hevur havt tí bakteriuna, verða blóðroyndir tiknar hvønn 3. mánað í eitt hálvt ár aftan á, fyri at verða sikkur upp á at bakterian er vekk. Í gjár fingu vit svar upp á at bakterian er vekk, so tað er ordiliga deiligt :))Vónandi kemur hon ikki aftur enn á sinni. Eg bleiv eisini viga, nú vigi eg 11 kg og eri 82,5 cm, ein stór didda :)


Eg er sooo sterk...

Og soo stór :)

fredag den 9. april 2010

Rógvi og Uni á vitjan

Í gjár fóru eg og mamma út at spæl og vit tóku matpakka út við, so lekkurt. Aftan á komu Uni og Rógvi at vitja, tað var ordiliga deililgt, tí eg haldi at teir eru so fittir:) Og í dag havi eg snakka nógv um teir, serligani um Una, tað er nokk tí at eg dugi at siga hansara navn:) Mamma og eg høvdu baka pylsubreyð, og tað dámdi teimum væl:)



Síðst omma og abbi vóru og vitjaði, fekk eg henda fína dukkuvognin. Mær dámar væl at trilla dukkuvogn uttanfyri, sjálvt um tað ikki altíð eru dukkur sum liggja í, hesa ferð vóru tað mínar bamsur:)
Tveir sjeikar:)
Her situr Uni og hugnar sær:)

Mamma í New York og omma á vitjan

Nógv er hent síðan síðst. Mamma hevur verið í New Yrk í 9 dagar, og meðan var omma og vitjaði okkum. Mamma heldur at eg dugi so væl at práta tá hon kom aftur, hon sigur at eg práti allatíð, hon veit ikki hvørjum eg havi tað frá:). Nú eri eg eisini byrja at seta orð saman, tað heldur mamma er ordiliga sturrligt.

Eg og omma hugnaði okkum ordiliga. Eg vildi allatíða leiða og spæla við hana, tað var soo deiligt at hava hana her:) Og nú hon er farin, sakni eg hana. Eg havi ofta spurt eftir henni, t.d. tá eg og mamma hava verið úti og spælt, sigi eg omma tá vit fara inn aftur, mamma heldur at tað er tí at eg hopi at omma er har tá eg komi inn aftur.



Mamma og hennara vinkonur á Time Square.