Hvønn mánað blívi eg suga úr nøsini, viga, máld og so lurtar læknin eisini eftir lungunum. Tá ið eg verið eitt sindur størri fari eg at skilja at lækin er fittur, og at tá sjúkrasysturin hevur suga úr nøsini, so er einki eftir. Av tí at eg eri so lítil enn, so skilji eg ikki ordiliga hvat fer at henda næst, tí at tað er ikki ordiliga altíð tað sama, t.d. um vetrar hálvuna fái eg eisini eina sproytu í beini hvønn mánað, og við hvørt taka tey blóðroyndir, so tað er ikki altíð so lætt at halda skil á hvat hasi fólkini finna upp á.
Síðst eg var til kontrol, tóku tey blóðroyndir. Fyri hálvum ári síðan var eg innløgd tí eg hevði fingið pseudomonas (tað er ein bakteria sum kann blíva kronisk). Og tá mann hevur havt tí bakteriuna, verða blóðroyndir tiknar hvønn 3. mánað í eitt hálvt ár aftan á, fyri at verða sikkur upp á at bakterian er vekk. Í gjár fingu vit svar upp á at bakterian er vekk, so tað er ordiliga deiligt :))Vónandi kemur hon ikki aftur enn á sinni. Eg bleiv eisini viga, nú vigi eg 11 kg og eri 82,5 cm, ein stór didda :)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar