lørdag den 22. november 2008

Greyt fyri fyrstu ferð


Nú eri eg byrja at fáa greyt eina ferð um dagin. Vit byrja við majs greyti, tað smakkar bara heilt væl. Mamma ger eina hálvá portión. Fyrstu ferð át eg einar tíggju skeiðir, men nú eti eg næstan alt.

torsdag den 13. november 2008

Heilsusjúkrasystur á vitjan




Nú eri eg blivin 4 mánaðir, so heilsusjúkrasysturin kom á vitjan í morgun. Hon segði at tað ljóðaði á mammu sum eg skjótt skal fara at byrja at eta greyt, tí eg eri blivin so áhuga í øllum rundan um meg. Og mær dámar so væl at sutta upp á alt, tað kann eisini verða at eg eri við at fáa tenn.
Eg var so blíð við hana, eg prátaði og smíltist meðan hon hugdi um alt var sum tað skuldi, og tað var tað:) Til síðst vigaði og máldi hon meg, nú vigi eg 6,1 kg og eg eri 64 cm. Vektin er akkurát meðal, meðan eg eri eitt sindur longri enn meðal.

torsdag den 6. november 2008

Mammubólkur





I gjár vóru eg og mamma í mammubólki. Vit vóru hjá Hallgeð og Kristian Martin, tey búgva eisini á Oyrasund kolleginum, so tað var stuttur vegur yvir. Mammurnar fingu nógv gott at eta. Meðan tær ótu og prátaðu, svav onkur av okkum, onkur lá og spældi og onkur át. Tað var ordiliga hugnaligt:)

Á mynduni frá vinstru liggja: Kristian Martin, eg, Rannvá, Gabriel og Aron

Á hinari mynduni helt mamma at eg sá so fitt út, so hon mátti koyra hana út á bloggin. Eg sovnaði aftan á eg hevði etið. Eg liggi eisini í náttklæðum, klár at fara í song, ordiliga deiligt:)

mandag den 3. november 2008

Nú eri eg blivin tung


Í dag var á sjúkrahúsinum fyri at viga meg. Tí fyri trimum vikum síðan hevði eg tikið eitt sindur ov lítið uppá, so tey settu mongdina av enzymum upp, og tey hildu fyri sikkurheit skyld at eg líka skuldi koma inn at viga meg. Eg vigi 6 kg. nú, tað er ordiliga gott. Eg havi tikið 600 gr. uppá tær síðstu 3 vikurnar:)

søndag den 2. november 2008

Mín næsti flúgvitúrur







So var tíðin komin til at fara niður til Danmarkar aftur. Tað var keðiligt at siga farvæl til abba og ommurnar, men um bara hálvan annan mánað koma við heim aftur.


Vit fylgdust við Turið gummu og Herbert, tað var ordiliga stuttligt. Túrurin niður gekk ordiliga gott. Eg og Herbert vóru nakrir ordiligir einglabassar, sigur mamma. Vit fingu at eta á veg upp, Herbert sovnaði beinavegin, og so sovnaði eg 20 min aftan á. Vit svóvu allan vegin, til vit høvdu lent og tað segði "ding", so opnaði vit bæði eyguni og eitt skeivt smíl kom frá okkum báðum.


Tá vit komu úr flúgvaranum, stóðu babba og Hallur so fittir og tóku ímóti okkum, tað var so deiligt at síggja babba aftur.