lørdag den 25. april 2009

Feðrast heima í Føroyum

Eg og tríminingurin hjá mær, Kára:)

Systkinabørnini hjá mær, Barbara og Jón Rói. Vit eru hjá ommu í Hoyvík og hjálpa henni at flyta. Tað var ordiliga stuttligt at síggja tey og Høgna og Liam aftur:)


Eg og abbi. Fyri tíðina er Peter Plys bólturin mín ynglings leika. Eg vil allatíð hava bóltin hjá mær, eg taki hann í eina hond og so fari eg drønandi eftir gólvinum:)


Eg og omma.

Eg og Liam. Fastir mátti halda í beininum á mær so mamma kundi taka eina mynd av okkum.

Eg og Katrin.

Eg haldi at uppvaskismaskinan hjá ommu og abba er so spEnnandi, at er reisi meg upp fyri at hyggja hvat er í:)

Her eri eg og vitjin ommu í Hoyvík.

Eg siti hjá abbadidd;)

Eg og mamma vóru og vitjaðu Katrin og Duritu.

Eg og mamma eru heima í Føroyum og feðrast. Vit fylgdust heim saman við ommu og abba. Tað er so deiligt at verða heima, vit bara hugna okkum, men nú gleði eg meg til at síggja babba aftur:)

Meðan eg havi verið í Føroyum, havi eg lært meg alt møguligt. Tá eg aki fari eg meir og meir upp á knøðini og vaggi aftur og fram, og viðhvørt fari avstað á knøðunum, so tað verður nokk ikki leingi til eg fari at grulva. Eg eri eisini byrja at reisa meg upp. So nú mugu mamma og tey ordiliga ansa eftir hvar eg fari:)

søndag den 12. april 2009

Omma og abbi á vitjan:)








Nú eru omma og abbi endiliga komin at vitja okkum. Tað er ordiliga deiligt, vit ganga bara og hugna okkum, og eitt sindur verður eisini shoppa:-)
Langafríggjadag vóru eg, mamma, babba, omma, abbi, gubbi og Margret í djóragarðinum. Har vóru øll møgulig djór at síggja, men eg sá ikki so nógv av tí heila. Eg sat fyri tað mesta í vogninum og spældi, og til síðst sovnaði eg.

tirsdag den 7. april 2009

Til kontrol












Í dag var eg til kontrol á ríkissjúkrahúsinum. Tað gekk bara væl, eg vigaði 8,14 og var 71 cm, tey søgdu at eg var ein miðal stødd dama, betur kann tað ikki blíva:) Aftan á eg hevði gjørt alt tað vanliga, sum er at blíva viga, máld og suga, skuldi eg hesa ferð taka nakrar blóðroyndir.

Einaferð um árið skal eg ígjøgnum eitt kontrol, har tey taka eina rúgvu av blóðroyndum. Eftir sum eg eri so lítil enn, tóku tey helvtina av blóðroyndinum hesa ferð, og so helvtina næstu ferð. Millum annað verður nýra tøl, stoffskifti, vitamin mongd og imunforsvarið kannað. Tað var einki stuttligt at taka blóðroyndirnar, tí eg var so øðiliga móð, eg hevði bara sovið í 20 min, og vanliga sovið eg uml. 2-3 tímar, so puuhhaa tað var srævið:-(

Rúna gumma var við hesa ferð, tað var deiligt, tí nú veit hon akkurát hvat tað er eg geri har hvønn mánað:)

Í morgin koma omma og abbi til mín, gleði meg sooo nógv, kann næstan ikki bíða:-))

Mín fyrsti svimjitúrur












Mánadagin vóru eg, mamma, Rúna gumma og Sigga og svomið, tað var ordiliga stuttligt:) Eg var ordiliga djørv, tí eg var slett ikki bangin fyri vatninum, og eg dykkaði heilar tríggjar ferðir undir.
Sigga lándi okkum eitt hylstur til myndatólið til at taka myndir undir vatninum, og so tók hon eisini upp á video meðan eg dykki:-))

Rúna gumma á vitjan


Rúna gumma hevur verið og vitja meg. Tað var so deiligt at hava hana her:) Mamma og babba halda eisini at tað var deiligt at hava hana her, tey fóru til landsdyst í parkini síðsta mikudag millum Danmark og Albanien, meðan huganaði eg mær saman við gumma heima:)

fredag den 3. april 2009

Í mammubólk hjá Herbert













Týsdagin vóru vit í mammubólk hjá Herbert. Tað var ordiliga stuttligt, vit gjørdu alt møguligt. Eg koyrdi motorsúklu, reiggjaði úti og spældi við hini børnini:)