fredag den 11. juni 2010

Nú eri eg byrja at ganga í dagrøkt

Nú havi eg tvær tær síðstu vikurnar verið hjá Mette (soleiðis eitur mín dagrøktarmamma), og tað gongur strálandi :)

Fyrstu tveir dagarnar var mamma við, tann triðja dagin var eg einsamøll í 10 min, tá græt eg nokk so illa :( Fjórða dagin var eg einsamøll í 45 min, tá var eg eisini nokk so kedd, men tá eg kom heim byrjaði eg at syngja "mester Jacob, mester Jacob...", so eg skal nokk klára meg:) Vikuna eftir gekk eisini nógv betur, heldigvís. Mamma og babba vóru eitt sindur nervøs fyri um eg nú fór at trívast, tí at eg havi verið heima so leingi, men eg skuldi líka finna útav hvat tað var fyri nakað :) Í dag var eg glað tá eg sá Mette og børnini, og eg græt ikki tá mamma fór. Og tá mamma kom eftir mær, var eg eisini glað, eg hevði næstan ikki tíð at koma heim við mammu, í dag var eg 3 tímar einsmøll, so røsk.

Her eru nakrar tilvildarligar myndir.


Ummm, mær dámar vælæ smoothie :)

Hjálpi mammu at gera smoothie

Mær dámar eisni væl at svansa :) Eg spæli við eplamjøl og vatn.

torsdag den 3. juni 2010