torsdag den 19. januar 2012

Vinirnir hjá okkum :)

Í dag vóru vit í mammubólk. Nú eru Maria og hini børnini byrja at røra seg meira og meira, tað er stuttligt at síggja :)

Í dag hevði Ró vinkonuna úr barnagarðinum heim við at spæla, hon eitur Gunnrið. Tær hugnaðu sær ordiliga :)





tirsdag den 17. januar 2012

Maria 7 mánaðir

Nógv er hent síðan vit skrivaðu her seinast. Nú er Maria byrja at aka frammeftir, og hon fer við fullari ferð :) Viðhvørt sendur hon á knøðunum og vaggar aftur og fram. Hon prátar eisini meira og meira, hon sigur dadadada, mamamama, babababa o.s.fr.









Svansibobb :)

søndag den 15. januar 2012

Ró til CT skanning

Í síðstu viku var Ró í CT skannarnum. Annað hvørt ár skal hon í skannaran fyri at hyggja eftir lungunum, og vita um alt er sum tað skal vera. Sjálvt um hon er til kontrol hvønn mánað, kann okkurt goyma seg, sum læknarnar ikki kunna hoyra, og tí verður hon kannað eyka við at fara í skannaran. Av tí at Ró er so lítli enn, skuldi hon í narkosu tí hon skuldi liggja so pinna still meðan hon var í skannaranum.
Næstu ferð hon fer til kontrol fáa vit at vita hvussu í skanningin gekk.


Hesa fittu bamsuna fekk eg, tí eg skuldi í narkosu.


Vit báðar so fínar við masku :) Vit vóru á einari deild har onnur børn sum hava cf vóru innløgd við onkrari bakteriu, og tískil mátti hon hava maskuna, so hon ikki bleiv smitta.

onsdag den 11. januar 2012

Jólahugni í Danmark og í Føroyum

Í ár hava vit verið í Føroyum og hildi jól (ella í síðsta ár). Sum tað var deiligt at verða heima og blíva forkelaði, bæði børn og vaksin :) Veðrið var ikki av tí allar fagrasta, men tað var so deiliga hugnaligt inni at tað bilti ikki.

Gott nýggjár øll somul, og takk fyri tað farna :)

Her eru vit í jólafest í Føringahúsinum. Ein kona bæð øll børn, stór sum smá ið høvdu nissuhúgvu á høvdinum koma upp at syngja, Ró hevði ein nissuhúgvu, so hon fór upp :)


Maria situr/stendur í einum gomlum gangistativi hjá mammu sínari :)


Omma og Ró baka sirupskøkur:)




Liam og Lív á jólaaftan



Vit vóru hjá Egin gubba á jólaaftan

















Vit høvdu gloymt ein jóla pakka eftir, so Ró slapp at pakka ein pakk upp afturat jólamorgun :)




Ró hevur pynta Mariu :)




Vit vóru heima hjá okkum sjálvum nýggjársaftan. Aftan á vit høvdu eti fóru vit ú at skjóta eitt sindur av fýrverki.