tirsdag den 22. februar 2011

Gott nýggjár ! (Betur seint, enn ongantíð)

Nýggjárs aftan áðrenn vit fóru at eta døgurða, fóru, eg, abbi, mamma og babba ein túr út at sleða, og hyggja eftir fýrverkaríi. Meðan var omma heima og stákaðist í køkinum :)
Eg helt tað var so skeg at síggja fýrverk frá vindeyganum hjá okkum, eg rópti "bum bum, grønt, lilla, gult, reytt, blátt, nógvar farvur " :)

Abbi fekk eisini ein túr á sleðuni :)

Eg reiggjaði eisini eina løtu, men eg vildi ikki av við trygdarbrillurnar :)

Eg helt at tað var so stuttligt at halda í stjørnukastaranum :)