lørdag den 30. august 2008

Eg, mamma og babba trilla túr:-)







Aftur ein deiligur summar dagur, so vit eru øll farin ein trillitúr, tað er so deiligt at fáa fríska luft.

søndag den 24. august 2008

Diddan í Tivoli




Í dag vóru vit ein túr í Tivoli. Tað var ordiliga hugnaligt har inni. Eg var ov lítil til at royna nakað enn, men næstu ferð ætli eg mær eisini at royna okkurt.


fredag den 15. august 2008

Omma og abbi komin til Keypmannahavn


Nú er omma á Noregsvegi aftur komin á vitjan, men hesaferð hevur hon tikið abba við:-) Honum dámar so væl at bera meg. Hann gongur og teskar "abbi, abbi" í oyra á mær, so eg vænti kanska, at tað verður fyrsta orðið eg fari at duga at siga.


fredag den 8. august 2008

Herbert á vitjan

So kom vinmaðurin Herbert endiliga at vitja meg. Hann er ordiliga fittur - og stórur. Hann er 7 vikur eldri enn eg. Foreldrini hjá honum eita Turið og Hallur.

Eg gleði meg ordiliga nógv at fara at spæla við hann og øll hini børnini sum eru komin ella eru á veg :-)

onsdag den 6. august 2008

Eg havi fingið masku

Nú eri eg byrja uppá viðgerð við masku. Eg skal hava tvær ymiskar maskur hvønn dag, tað er eitt sindur strævið. Tað einu maskuna dámar mær ordiliga væl, og okuntíð sovni eg, tá ið eg havi hana uppi á. Hina maskuna skal eg líka venja meg við, men tað skal nokk fara at ganga.

fredag den 1. august 2008

So kom omma á vitjan

So slapp eg endiliga at møta ommu. Hon ætlaði ikki at koma at vitja meg fyrr enn 14 august, men hon kundi ikki halda sær :-) Tað er so deiligt at hava hana her og hjálpa mær og mammu og babba.

Nú gleði eg meg til at sleppa at síggja abba og hina ommuna. Tey koma eisini skjótt at vitja okkum.