søndag den 24. maj 2009

Herbert á vitjan





Fríggjadagin var Herbert og vitjaði okkum meðan gumma og Hallur vóru til arbeiðis. Tað var ordiliga stuttligt at spæla við Herbert. Onkutíð fóru vit at gráta, eg sleygði hann og hann skumpaði meg o.s.fr. men vit hugnaðu okkum óført allíkavæl:)

torsdag den 21. maj 2009

Mín nýggi gangivognur

Nógv er hent síðan vit eru komin niður til Danmarkar aftur. Eg eri byrja at ganga framvið so spakuliga, og eg reisi meg upp allatíð. So vóru í Ikea ein dagin, og tá fekk eg hendan gangivognin, nú kann eg øva meg eitt sindur við at ganga. Tað er nokk so ringt at ganga við honum, rumpan stingur langt út eftir tá eg komi gangadi:)




Sum tit síggja á mynduni, eri eg ein ordulig gella. Eg fari allastaðni, og serliga dámar mær væl at standa framvið uppvaskmaskinuna. Og um eg ikki røkki eftir tinginum, so má eg bara sjálv finna út av hvussu eg skal fáa fatur á teimum:)

søndag den 17. maj 2009

Úti og spæli












Síðsta vikuskifti var veðrið av tí besta. Vit fóru út á spæliplássi uttanfyri hjá okkum at spæla. Eg havi ofta prøva at reiggja fyrr, men tað var fyrstu ferð eg havi rísja, gynga og spælt í sandkassanum:) Eg eri kanska eitt sindur ov lítil til at rísja og gynga, men eg slapp allíkavæl:)

So vóru vit heima aftur


Nú eru vit so komin niður og heim í øllum góðum:) Síðsata tísdag komu vit niður, men meðan vit sótu í flogfarinum funnu vit út av at vit høvdu gloymt lykilin eftir í einari tasku í flogvøllinum í Føroyum:( Puhaa tað var keðiligt, men tíanbetur kundu vit sova hjá Fríðu, Svein og Rannvu. Tað
var bara hugnaligt, tí tá eg so vaknaði mikumorgunin slapp eg at spæla vit Rannvu aftur, tað var ordiliga stuttligt:) Vit fingu taskuna aftur mikukvøldið, tá var gott at koma heim:)