onsdag den 8. juli 2009

Til kontrol

Mánadagin vóru vit til kontrol, tað gekk ordiliga gott:) Eg hevði tikið 700 gr uppá tríggjar vikur. Mamma og babba trúðu tí ikki, so eg bleiv viga umaftur, men tað passaaði altso. Nú vigi eg 9,12 kg og eri 76,4 cm. So eg fylgi kurvuni akkurát sum eg skal, so tað er ordiliga gott:

Í morgin koma vit heim til Føroyar, vit gleða okkum soooo nóg at koma heim og síggja øll aftur:))


Her er so nógv at spæla við, og serliga dámar mær væl gangi vognin. Eg skuldi allatíð ganga aftur og fram eftir gongini ;)

Aftur á strondini

Fríggjadagin vóru eg, babba og mamma á strondini. Aftur hesa ferð tímdi eg ikki so væl at svimja í fyrstuni, men so bleiv betur:)



Hygg, nú fann eg aftur tveir steinar:)

Siti og spæli.

Malmø

Hósdagin vóru eg, babba og mamma í Malmø og hugnaðu okkum:)
Vit fóru tíðliga um morgunin og komu aftur um kvøldið. Mamma og babba gingið nógv í handlar, tað var ikki endiliga so skeg, men tað mátti eg bara finna meg í. Eg skikkaði mær bara heilt væl:)


Nú eri eg ordiliga byrja at leggja merkis til dýr. Serliga um ein hundur kemur framvið, so rópi eg:"vóv vóv vóv", ordiliga hart:) Her vísir babba mær eina dunnu, og tær siga gvag gvag, men eg sig gag gag:)

Eri sloppin úr vogninum eina løtu, so eg kann røra meg:)

Sita og eta frokost, eg fái spagetti við kjøtsós.


Vit eru í tokinum á veg til Malmø.

mandag den 6. juli 2009

Mín fyrst strandartúrur

Síðsta mikudag vóru er, Rannvá, Fríða og mamma á strondini. Tað var soo heitt, so vit fóru ein tú út í vatnið. Í fyrstuni dámdi mær einki, men aftan á eina løtu var tað betur:)



Aftan á svimjitúrin, fingu vit jarðber, uhmmm:)

Siti og hugni mær við einum steini.

Á veg út í vatnið.

Siti og hugsi um eg skal fara ein túr at svimja ella ikki?

Her situr Rannvá so fitt:)

Áðrenn vit fara at svimja, sita vit og spæla:)

onsdag den 1. juli 2009

Náttkjólaball

Tá Fríða og Svein komu eftir Rannvu fóru vit at grilla.

Eg trilli Rannvu ein túr:)

Vit sótu alltíð og tóku í hvønn annan:)

Sita so fittar og spæla
Eg og Rannvá eru í bað:)
Leygarkvøldið kom Rannvá til okkum at sova, tað var ordiliga stuttligt. Eg var farin í song tá hon kom, men tá eg vaknaði var hon har:)
Vit hugnaðu okkum ordiliga.