lørdag den 27. juni 2009

Eg havi fingið tveir nýggir vinnmenn afturat



Fyri trimum vikum síðan fekk eg tveir nýggjar vinnmenn, teir eru ordiligani fittir og lítlir:) Foreldrini hjá teimum eita Sigga og Sonni. Tá eg og mamma høvdu verið til musik hósdagin komu tey akkurát heim frá hospitalinum, so mamma skundaði sær at taka myndir av teimum.

Til musik

Her spæla vit eitt bóltaspæl, so koma bóltarnar skifivís til øll børnini, og so skullu vit koyra bóltarnar út aftur. Og sum tit síggja so kasti eg bóltin út aftur.

Børnini elska tá Line byrjar at spæla haramoniku.


Út ímóti endanum hevur konan hesa paraplyuna, sum hon sveiggjar aftur og fram so at vindur kemur á okkum. So steðgar hon viðhvørt so at hesturin á paraplyini kann mussa okkum:)


Hetta dámar mær ikki so væl. Hetta spæli var eisini ímóti endanum, so eg var eitt sindur móð. Beint aftan á hesa mynduna fór eg et gráta, tí eg tímdi ikki at verða undir hesum teltinum.

Tit síggja tað ikki á mynduni, men eg siti og rópi, haldi kanska eg royni at syngja:)

Eg haldi at tað er so stuttligt at trumma:)

Eri eg ikki fín við hatti? Inni í hattinum býr ein kanin:)

Eg mussi kaninina:)

Hósdagin vóru vit til musik fyri síðstu ferð áðrenn summasteðgin:( Mær dámar so væl at ganga til musik, og serliga nú tá eg og øll børnini duga at verða við sjálvi, t.d. klappa og trumma, o.s.fr.
Eg og babba fara nokk at halda á framm við at ganga til musik.
Sum tit øll kanska ikki vita, fer mamma aftur í skúla aftan á summar. Babba fer so at verða heima hjá mær til og við februar í næsta ár, tað verður ordiliga deiligt:)

Á café with the girls

Rannvá í hopla honn slapp niður at grulva:)

Aftan á vit høvdu verið og eti, skuldu mammurnar líka inn í onkran handil. Tá høvdu vit siti so leingi í vogninum at vit sluppu at grulva eina løtu inni í handlinum, tað var so deiligt:)


Gumma og eg roksa:)




Mikudagin vóru eg og mamma á café við gummu, Fríðu og Rannvu. Tað var ordiliga heitt, so vit funnu eitt borð í skugganum:) Herbert kundi ikki koma við, tí hann var í vøggustovu:(

lørdag den 13. juni 2009

Okkara lítla fitta didda, sum knappuliga er blivin so stór

Eg eri slett ikki so lítil sum mamma og babba siga. Eg havi funni út av et eg havi eina tungu, og eg havi bibbur, og eg dugi at vísa hvussu stór eg eri. Mamma spurdi meg hvar bibburnar hjá mær vóru, tá eg so tók í tær, bleiv hon ordiliga kløkk, tí hon trúði ikki at visti hvar tær vóru.



Ja eg eigi eina tungu:)


Eg elski tá mamma koyrir tónleik frá, eg blívi altíð í so góðum lag:)

So er mín fjórða tonn komin

Síðsta vikuskifti tá eg svav hjá Turið gummu fekk eg eina tonn í yvurmunninum. Longu eina viku seinni fekk eg eina tonn aturat, so nú verður nokk lættari hjá mær at tyggja matin:)

tirsdag den 9. juni 2009

Mín fyrsta útferð uttan mammu og babba













Fríggjadagin aftan á mammubólkin fór eg heim við gummu og Herbert at sova. Vit hugnaðu okkum ordiliga, vit fóru á McDonalds at eta á veg heim, fyrstu ferð eg havi verið har, ordiliga lekkurt:)


Dagin eftir komu mamma og babba eftir mær, aftan á vit høvdu eti lekran brunch frá gummu fóru vit heim:) Gumma segði at eg var so røsk, hon segði at eg endiliga mátti koma aftur at sova, so hvør veit um eg onkutíð fari tað:)

Mammubólkurin heima hjá okkum


Fríggjadagin var mammubólkurin heima hjá okkum, tað var ordiliga stuttligt at síggja, Gabriel, Rannvu og Herbert aftur, vit hugnaðu okkum ordiliga:) Tíanverri kundi Kristian Martin ikki koma, tí hann var sjúkur:(

tirsdag den 2. juni 2009

Ein hugnalig hvítusunna

Nú er sindur langt síðan vit hava skiva síðst, men vit hava gjørt alt møguligt. Vit hava verið í føðingardag hjá Herbert, og verið til babymusik o.s.fr. Veðrið hevur verið av tí allar besta.



Puuhaa tað er heitt. Mamma og babba trilla túr og njóta tað góða veðrið, meðan sovi eg.

Eg spæli í sandkassanum.

Eg elski at liggja á reiggjuni. Eg njóti tað ordiliga, onkutíð eri eg við at sovna so lekkurt tað er.
Vit sita á altanini og eta morgunmat.

1. hvítusunnugad vóru gubbi, Margret og Rókur her og grillaðu, tað var ordiliga hugnaligt. Tað er so stuttligt tá Rókur er her, tí hann tímur so væl at spæla við meg:)
Her síggja tit mínar tenn. Eg havi enn bara tvær:)