fredag den 27. marts 2009

Heilsusjúkrasystur á vitjan







Síðsta fríggjadag var heilsusysturin og vitjaði okkum, tað var bara hugnaligt:)

Nú eg eri blivin 8 mánaðir skal hon vita um eg hoyri, reageri og síggi sum eg skal, og tað gjørdi eg. Hon helt at eg var sera blíð og røsk, tí eg dugdi so væl at aka og at práta;-) Hon vigaði meg eisini til 8,1 kg og 71 cm.

onsdag den 25. marts 2009

Mín fyrsta tonn

Í gjárskvøldið fann mamma útav at ein tonn var komin undan í undirmunninum. Mamma og babba prøvaðu at hyggja, men tað vildi eg ikki. Tungan var alla tíð í vegin, so tey sóu einki:) Babba føldi at síðutonnin var eisini væl á veg upp. Mamma og babba halda ikki at eg havi verið merkt av at fingið tonnina, men eg havi bitið meira í ting enn eg plagi. So tey vóna at eg haldi á fram við at bíta og ikki grenja:)

Í morgin kemur Rúna gumma at vitja okkum, eg gleði meg so nógv, vit fara ordiliga at hugna okkum:)
Og um tvær vikur koma omma og abbi til okkum, eg kann næstan ikki bíða. Omma og abbi eru eisini so spent at síggja meg, tað verður so deiligt:)


Hetta eru tvær tilvildaliga myndir.

Her eri eg mitt í rokanum, eg royni at "hjálpa" babba at seta eitt rulliskáp saman:)


Her siti eg so fitt í mínari fínu troyggju sum eg fekk frá Siggu, meðan eg lá inni í búkinum hjá mammu :-)


tirsdag den 24. marts 2009

Dugi eitt sindur at drekka við koppi sjálv





Sum oftast siti eg og gapi tá mamma kemur við koppinum og havi hendurnar til síðina, men nú vil eg onkutíð halda í koppinum sjálv. Mamma gav mær koppin við ongum í, tá dugdi eg ordiliga væl, so prøvaði hon at koyra eitt sindur av vatni í, tað gekk eisini væl, men eina lítla løtu seinni stoytti eg alt á gólvið, soleiðis er tað:)

mandag den 16. marts 2009

Ein túr út í Ikea

Fríggjakvøldið vóru vit úti í Ikea. Puuhaa tað var strævið. Ikea fylti 40 ár, so tað var ikki tann rætti dagurin mamma og babba høvu valt. Tað var fínasta slag í fyrstuni, men til endans bleiv eg alt ov móð, og eg fekk ikki sovnað, tí har var so nógvur larmur, so tit kunnu ætla at tað var deiligt at koma heim í song.
Leygardagin royndu mamma og babba at fáa eitt sindur upp á pláss í íbúðuni. Og sunnudagin slappaðu vit fyri tað mesta av og vóru gingu ein langan túr:)


Hendan myndin er frá sunnudegnum. Nú haldi eg at tað er ordiliga stuttligt at sita í baðikarinum og spæla og plaska í vatninum.

fredag den 13. marts 2009

Nú eri eg 8 mánaðir


Ja nú eri eg blivin 8 mánðar gomul, sum tíðin flýgur avstað. Eg læri eisini alltíð okkurt nýtt, so tað er ikki so løgi at tíðin gongur so skjótt. Sum tit síggja á mynduni eri eg byrja at eta rugbreyð, tað smakkar bara heilt væl. Higar til havi eg bara prøva við liverpostei. Eg eti uml. hálva breyðflís, so fái eg greyt aftaná, eg skal jú líka venja meg við at eta sovorið turt, sum eg skal tyggja (við ongun tonnum:) ). Sum tit eisini síggja, fekk eg smoothie omaná, tað er guff:)

Babba hevur lagt upptøku av mær, har eg aki eftir gólvinum. Eg byrjaði so spakuliga at fara frammeftir síðsta fríggjadag, men nú fari eg við fullari ferð:)

søndag den 8. marts 2009

Vikuskifti


Hetta vikuskifti hava eg og mamma verið alene hjemme. Babba er í Svøríki og stendur á skí saman við Dann gubba, Anfinn og Svein pápa Rannvu. Teir fóru avstað tíðliga leygarmorgun og koma aftur í kvøld, so tað er ikki ein so langur steðgur, men eg gleði meg allígavæl til hann kemur heim :)

Eg og mamma hava eisini hugna okkum. Vit hava lánt bilin hjá Anfinn, so vit fóru yvir á Oyrasundskollegi at vitja gubba og Margret, og aftan á fóru vit trillutúr saman við Fríðu, Rannvu, Siggu og Karin. Tá vit vóru lidnar at ganga túr fóru vit inni til Rannvu at eta og so at spæla.