fredag den 26. september 2008

"Aagggøøøø..."




Hey hey aftur, nú dugi eg væl at práta. Tá mamma og babba práta við meg siga tey aagggøøø og øll møgulig onnur orð sum eg ikki ordiliga skilji enn, eg svari bara aftur við "aagggøøø", tað haldi eg er orduliga stuttligt.

Á mynduni syngur babba fyri mær, tað dámar mær so væl, eg royni at syngja við, men sum oftast smíli eg bara og royni at herma eftir ljóðinum :-)



torsdag den 25. september 2008

Mammubólkur


Í dag havi eg fyri fyrstu ferð verið í mammubólki saman við vit trimum øðrum børnum, og tað var orduliga stuttligt - eg var einsamøll didda millum allar beiggjarnar :-) Vit vóru heima hjá Gabriel, hann er eitt sindur minni enn eg, hann er føddur 19 august. Ein annar beiggi sum var har eitur Kristian Martin, hann er føddur 6 juni, og so var Herbert eisini har og hann er føddur 23 mai.

mandag den 8. september 2008

Omma í Hoyvík komin á vitjan:-)


Endiliga kom omma í Hoyvík at vitja okkum. Tað er so deiligt at hava hana her hjá okkum. Hon sigur at eg eri so blíð og at eg dugi so væl at smílast, men tað passar eisini, nú dugi eg væl at smílast:-)