fredag den 23. oktober 2009

Í dag hava vit verið í Fields

Í dag vóru vit ein túr í Fields. Eg, babba og abbi vóru ein túr inni í capella play, meðan omma og mamma gingu í handlar. Aftan á fóru vit í sunset at eta:)

Í morgin fara ommma og abbi til Føroyar aftur, tað er keðiligt:( Nú hevur omma verið her hjá okkum í yvir 1 mánaða, fari nokk at rópa "omma!" ofta. Fari at sakna tey bæði orduliga nógv!




Ummm, ketcup smakka væl:)





Eg elski at lesa bøkur


Tað sum eg haldi eg allar stuttligast fyri tíðina, er at lesa bøkur, eg kann blíva við og við:)

lørdag den 17. oktober 2009

Nú er abbi eisini komin:)

Í gjár kom abbi niður til okkum, tað er so deiligt at síggja hann aftur. Eg havi leitt abba í allan dag, tað er so deiligt, tí hann kemur akkurát har sum eg peiki:))

Sum tit síggja, so eru myndirnar í øvugtari ræðfylgju.

Eg lulli so deiligt:)
Eg og gubbi:)

Dann gubbi og Brit, tey fara at fáa eina diddu heilt skjótt:)

Eg og Dann gubbi. Eg fekk fínan pakka, eina forseinkaða føðingardagsgávu, frá teimum. Hendan hundin, sum eg gangi við, hann syngur og goyr, heldiga eg:)


Hetta er um morgunin og abbi kom kvøldið áðrenn, eg tímdi væl yvir til hann:)

Eg máli við fíngra máling

Fyri fyrstu ferð havi eg prøva at mála, og eg málaði við fingrinum, tað var orduliga stuttligt:)

Svansibobb:)



Hetta bleiv so mítt endaliga resultat:) Mamma hevur hongt tað upp á veggin í kamarið, tað manglaði farvur inn í kamarið:)

mandag den 12. oktober 2009

Ein hugnaligur sunnudagur

Í gjár vóru eg og mamma fyrst og vitjaði Una og Rógva, meðan babba spældi dyst, og seinni fóru vit øll til Rannvu at eta lekran døgurða :)

Sigga gav mær nutella upp á bollan, og sum tit síggja smakkaði tað ordiliga væl:)



So var mammubólkur aftur á skránni

Leygardagin vóru vit í mammubólki aftur. Vit fóru til Remiseparken, tað er ein slag mini zoo, sum er tætt við hjá okkum. Har er stórt spælipláss, so eru eisini ymisk djór, t.d. geitir, kaninir, hønir, hestar og grísar. Tað var ordiliga stuttligt at síggja øll børnini aftur, Hallgerð hevði gjørt bollar og baka kaku, ordiliga lekkurt!:)








tirsdag den 6. oktober 2009

Heima aftur, jubbiiiiii.....

Fríggjadagin komu vit endiliga heim aftur, tað er soo deiligt:) Sunnudagin bjóðaðu vit Herbert, Rannvu, Una og Rógva heim til okkum at eta bollar og drekka kakao. Eg, Rannvá og Herbert spældu og hugnaðu okkum:)


Eg og Rannvá sótu leingi og spældu:)

Uni og Rógvi, ella Rógvi og Uni:)


Herbert vildi so gjarna upp í songina hjá mær og hava mína suttu og bamsu:)


Eg og omma:)