fredag den 9. september 2011

3 mánaðir gomul

Nú eri eg beint yvir 3 mánaðir, og eg havi tað ordiliga gott :) Sum oftast eri eg røsk at liggja á búkinum, eg práti eisini meira nú. Og tá eg liggi á rygginum, dugi eg at seta beinini í gólvi og trýsta rumpuna upp og so bakki eg :) Tað gognur í alt ov skjótt halda mamma og babba :)




torsdag den 8. september 2011

Tvær troyttar diddur

Tá mamma kom eftir mær í barnagarðinum í gjár, var eg so troytt. Tá vit vóru komin hálvan vegin heim tók mamma Mariu upp í berðiseðla, og eg slapp at sita í vognin, tá vit vóru komin næstan heim, stein sovnaði eg og Maria svav eisini :)




Mammubólkur

Eg og mamma eru í mammubólk eina ferð um vikuna, her er myndir av børninum ið eg gangi í mammubólk við.



Frá vinstru liggja: Hugo, Luca, Bror, eg og so Sebastian. Tað er uml ytvær vikur millum tað elsta og yngsta :)

mandag den 5. september 2011

Bygdalív

Í summar vóru vit og ferðaust í Vík tvær ferðir. Fyrst vóru vit fýra og aftan á Ólavsøku vóru omma, abbi, mamma og vit ein túr :)
Tað er so stuttligt at verða har, abbi fangaði krabbar, vit vóru útferð í haganum, og so vóru vit eisini útferð í Tjørnuvík.

Niðri í sandinum í Vík




Mamma og Maria. Maria svav allatíð :)

Ró hevur fingið karm :)



Stóra alda km, tú skalt fáa bomm......

Ró helt tað var ordiliga skeg at renna undan aldinum



Abbi hevur fanga krabbar, teir liggja í baljuni.



Vit fýra :)

Abbi og Ró á veg niðan í hagan



Ró vassar

Maria bara svav og svav :)


søndag den 4. september 2011

Eg eiti Maria Høgnesen

Tann 31. juli 2011 bleiv eg doypt í Vesturkirkjuni. Tað var ein deiligur dagur, har vit fyrst ótu døgurða saman við gummum og gubbum. Seinni komu familja og vinir framvið til suppu og kakur :)

Eg sovi mín fyrsta lúr aftan á eg eri blivin doypt í kjólanum :)


Gubbarnir eru Bárður, Brynjar og Høgni (Anfinn er eisini gubbi, men hann var í DK). Gummurnar eru Maria, Súsanna, Margret og Sigga.


Høgni gubbi bar meg heim úr kirkjuni.


Ingibjørg langomma hevur hekla henda fína dópskjólan :)





Tóra, Ró og Jón Rói





Eg og babba :)

Eg og Magna so fittar:)