fredag den 12. december 2008

Tveir stravnir dagar

Mikudagin var eg á kontrol á Ríkissjúkrahúsinum. Fyrst bleiv eg vigað og máld. Aftan á bleiv ein slímprøvi tikin, og so fekk eg synagis vaccinatión, sum er fyri forkølisi o.ø., hana skal eg fáa eina ferð um mánaðin til og við mars Eg vigið 6,6 kg og eri 66,5 cm long. Diatisturin segði at tað var heilt ok at eg ikki hevði tikið so nógv uppá sum eg "burdi", tí eg eri byrja at eta greyt, og tí eg eri longd so nógv.

Tá slímprøvin verður tikin gráti eg eitt sindur og so er tað yvirstaðið. Men tá eg so verið spoyta fái eg ordiliga ilt at eg hýli. Sjúkrasysturin helt at tað var so synd at hon gav mær eina bamsu at eiga, ordiliga fitt var hon:)

Aftan á sovnaði eg so deiligt meðan mamma og babba trillaðu inn í býin fyri at keypa jólagávur, so tað var eisini ein hugnaligur dagur:)

Hósdagin var eg hjá læknanum og fekk 5 mánaðu sproytina, tað var ikki so stuttligt, tí hana fekk eg febur av:(

Nú gleða vit okkum so nógv at koma heim til ommu í hoyvík og ommu og abba og øll hini:)








torsdag den 4. december 2008

Og so vóru vit aftur í mammubólki:)




Í dag hava vit verið í mammubólki hjá Gabriel, tað var sum vant ordiliga hugnaligt:)


Á mynduni frá vinstru: Herbert, Kristian Martin, Eg, Rannvá og Gabriel. (Vit liggja eftir aldri)