mandag den 6. december 2010

Eg og Herbert spæla í kavanum

Leygardagin kom Herbert til okkum, tá vit vaknaðu fóru vit beint út at spæla í kavanum. Herbert hevði eina sleðu við, tað var stuttligt :)

Morgunin eftir hevði Jólamaðurin verið í hosuni hjá mær vit rosinum og einum pustlispæli í part til okkum :)
Aftan á vit høvdu eti morgunmat, fóru vit aftur út at spæla í kavanum, síðan fóru vit inn at sova og so beint í jólafest í Føroyingahúsinum, og har møtti vit so Turið gummu, Hallur, Fríðu, Svein og Rannvu :) Og har vóru eisini tveir jólamenn, sum vit fingu ein pakka frá. Eg var so glað fyri at síggja jólamannin :)






Vit sita og hugna okkum





Eg og Rannvá hyggja eftir jólamanninum :)

torsdag den 25. november 2010

Hygg kavin hann er komin.......

Ja nú er kavin komin hjá okkum, tað haldi eg er ordiliga skeg :) Í dag kom mamma eftir mær tíðliga, so bygdu vit ein mini kavamann áðrenn vit fóru inn:)


Omma og abbi á vitjan

Fyrst í novembur vóru omma og abbi og vitjaðu okkum, tað var so deiligt :) Mamma og babba vóru í Faaborg eitt heit vikuskift, har tey hoyrdu og lærdi eitt sindur um cystisk fibrosu. Meðan var eg heima og hugnaði mær saman við ommu og abba. Ikki hava vit tikið nógvar myndir, men her ein mynd :)

torsdag den 18. november 2010

mandag den 1. november 2010

Fastir og Liam á vitjan

Í oktobur vóru fastir og Liam og vitjaðu okkum, tað var so deiligt :) Tey komu leygardag, og um sunnudagin fóru vit fyrst at svimja og aftan á fóru vit í djóragarðin :)

Í morgin koma omma og abbi og eg gleði meg sooo nógv :))





Ein hugna dagur saman við mammu

Hetta eru myndir frá síðst í septembur mánað, áðrenn mamma byrjaði at arbeiða. Vit eru uttanfyri hjá okkum og yvuri í Remiseparken og geva geitabukkunum at spagetti, tað haldi eg er ordiliga stuttligt :)




søndag den 19. september 2010

Omma Hoyvík á vitjan :)

Nú er omma farin avstað aftur, men hon hevur verið hjá okkum í eina viku, og tað var so deiligt at síggja hana aftur :)




Í Tivoli og eta ís :) Hesa fínu troyggjuna havi eg akkurát fingið frá hinari ommuni, so fín :)

søndag den 5. september 2010

Ymiskar myndir

Gubbi, Margret og Rókur vóru her áðrenn tey fluttu til Grønlands, tað var so deiligt at hava tey her :) Vit fara at leingjast eftir teimum :(

Síðsta vikuskifti vóru eg og babba og hugdi eftir mammu tá hon skuldi rógva kapp :) Tá mammusa bátur kom rógvandi mótir málinum, rópi eg mamma, mamma!! Tað lærdi mamma meg áðrenn hon fór í bátin :)
Eri akkurát vaknað, so er tað deiligt at slappa av við einari góðari søgu :)

mandag den 23. august 2010

Eg og Herbert

Fríggjadagin var eg heima hjá mammu. So vit og Herbert og gumma fóru í Capella play í fields, og tað var ordiliga skeg. Størri vit blíva, meira klára vit sjálvi og stuttligari er tað. Mamma tók ongar myndir inna har, men nakrar myndir aftan á vit hava sovi og eru vaknaði aftur.

Leygardagin vóru vit í føðingardag hjá Gabriel, hann bleiv tvey ár. Aftan á fór eg heim við gummu, Hallur og Herbert, og har hugnaði eg mær óført inntil sunnudagin, tá komu mamma og babba eftir mær aftur :)

Her sita vit í vogninum hjá Herbert, meðan vit eru í Bilka :)

Liggja og roksa :)

Og her roksa vit aftur

Ummm drekka smoothie ...

fredag den 20. august 2010

Í Tivoli

Síðsta sunnudag, vóru vit í Tivoli, tað var sooo skeg. Eg prøvaði trý ting. Fyrst sat eg á einum hesti í einari karrusel, meðan mamma sat við síðuna av. Aftan á fóru eg og babba at koyra bil, og eg snakki enn um gulan bil í tivoli :) Aftan á tað fóru eg og mamma í ein flúgvara, tað var eisini stuttligt, men eg bleiv eitt sindur bangin um hann fór ov langt upp, so segði eg við mamma, niður niður. Eg var ordiliga stolt og glað/spent at pøva hesu tingini, tá túrarnir vóru lidnir, segði eg meira :))





Eg og babba byggja hyttu

Nú ein dagin bað eg babba koma at byggja hyttu. Tað hava vit gjørt onkutíð fyrr, og tað haldi eg er ordiliga stuttligt :)
Vit tóku eina lampu við inn, so sótu vit har og hugnaði okkum við at lesa søgur :)



tirsdag den 17. august 2010

Summarið í Føroym

Nógv er hent í mínari summarferiu. Fyri tað fyrsta eri eg nú blivin 2 ár. Eg helt ein lítlan føðingardag heima hjá ommu í Hoyvík. Fýra dagar aftan á blivu mamma og babba gift, og har var eg brúðargenta :) (Nakrar brúðarmyndir koma seinni) Vikuskiftið eftir, fór eg í vikuskifti norður til Víkar saman við ommu og abba, so eg havi uppliva eina rúgvu :)




Eg hoppi í hoppiborgini á Ólavsøkuni :)

Rókur, Ingibjørg, Silrið Maia og eg hoppa í trambulin, ordiliga stuttligt :))

Her sita vit uttan fyri húsini í Vík, og hugna okkum við ísi :)

Havi fingi ís frá abba :)

Eg og Magret byggja lego, eg eri so góð við Margret :)
3 fitt systkinabørn :)

Fitti Jón Rói :)

Høgni, Maria oog Egin gubbi.
Eg pakki eina føðingardagsgávu upp :)