fredag den 25. maj 2012

Sól og summar

Í dag hava vit verið í strondini saman við Una og Rógva, vit hugnaðu okkum ordiliga. Sigga gumma og Sonni eiga eina smarta grill sum tey tóku við, so vit grillaðu eisini :)

Blomsturgentan hjá okkum :)

Ró elskar at henta blomstur.

torsdag den 24. maj 2012

Ró og Gunnrið spæla

Í dag kom Gunnrið heim til okkum at spæla aftan á barnagarðin, og tað var stuttligt sum altíð :)

mandag den 21. maj 2012

Nú mugu vit heldur fara at finna sólhattin fram aftur :)

fredag den 18. maj 2012

Ein túr í djóragarðin

Í dag hava vit verið í djóragarðinum, ein deiligur túrur. Maria fekk ikki so nógv við, tí hon svav fyri tad mesta :)