mandag den 24. oktober 2011

Raska Ró

Í dag hevur Ró verið til kontrol. Nú vigar hon 14,2 kg. og er 96,2 kg. At fara til kontol er nakað Ró hevur vant seg við. Tá vit fortelja henni tað um morgunin, sigur hon líka okkurt øv, men ikki meira enn tað. Tað einasta sum er einki stuttligt er tá prøvin úr nøsini skal takast, ella um tey skulla taka blóðroynd.
Tær síðstu 5 ferðirnar hon hevur verið til kontrol, hevur hon prøva at siti í einari boks, sum pá sikt skal máta hennara lungafunktión. Enn er hon ov lítil til at mann ordiliga kann brúka resultati, tí tey skulla anda upp á onkran ávísan máta, og tað er hon ov lítil til at skilja enn. Men tað skal hon gera hvørja ferð hon er til kontrol. Fyrstu ferð vildi hon ikki anda í maskuna, men fyri hvørja ferð hon hevur verið hevur hon vilja prøva meira og meira, og fyri fyrstu ferð í dag koyrdu vit hurðina aftur, meðan hon sat inni í boksini í uml.5 min. Fyrst skal hon anda í eina løtu, síðan eina pausu, anda eina løtu afturat so aftur pausu og so aftur anda eina løtu afturat. Tað helt fysioterapeuturin verða ordiliga flott, tí nógv børn vilja slett ikki inn í boksina.
Tá vit vóru liðug í sjúkrahúsinum, fóru vit ein tú út í Fields at eta og ein túr í capella play:)












lørdag den 22. oktober 2011

Vit báðar spæla flúgvara

Ró heldur tað er so stuttligt at spæla flúgvara. Maria skal liggja á henni, so flúgva tær sum oftast til Føroyar :)



Eg havi funni bibburnar

Nú havi eg funni bibburnar hjá mær, og tær fara sjálvandi í munnin :)



tirsdag den 11. oktober 2011

Heilsusjúkrasystur á vitjan

Í samband við at Maria nú er blivin 4 mánaðir gomul, kom heilsusjúkrasysturin á vitjan. Hon bleiv vigað og máld. Nú vigar hon 6,5 kg og er 64 cm. Maria var so blíð, hon royndi at blanda seg uppí meðan vit snakkaðu :) Hon er byrja at snakka nógv nú, og dugir eisini at rópa. Í síðstu viku rullaði hon fyri fyrstu ferð frá rygg til búk, so røsk :)



Soleiðis liggur Maria ofta og fylgir við meðan vit eta.



Tá Ró roksar við Mariu smílist hon um alt fimmoyra, og kann eisini flenna hart, so stuttligt :)

onsdag den 5. oktober 2011

Lalandia

Í vikuskiftinum vóru vit í Lalandia saman við Turið gummu, Hallur, Herbert og Magnu. Tað var so hugnaligt, Ró og Herbert spældu saman frá tíðliga á morgni til seint á kvøldið, tey hyggaðu sær :) Men tær lítlu gellurnar hugnaðu sær ikki líka so nógv, Magna hevði eygnabetendilsi og Maria fekk febur leygarkvøldið, men tær høvdu heilt ok allíkavæl :)

Eg tordi ikki líka væl sum Herbert. Mamma lokkaði meg í rutsjinbanan, hon segði at eg skuldi fáa bomm um eg fór, og tað riggaði :) So vildi eg prøva umaftur og umaftur


Herbert tordi ordiliga væl sjálvur










Vit hava fingið nýggjar svimjibrillur




Her lá eg meðan hini svumu :)





Eg slapp eisini at svimja eina løtu, tað dámdi mær bara væl :)




Vit hava tikið skógvarnar hjá okkara pápum



Vit svóvu í einari dubult song.

Nakrar myndir







Ró og babba spæla cirkus :)



fredag den 9. september 2011

3 mánaðir gomul

Nú eri eg beint yvir 3 mánaðir, og eg havi tað ordiliga gott :) Sum oftast eri eg røsk at liggja á búkinum, eg práti eisini meira nú. Og tá eg liggi á rygginum, dugi eg at seta beinini í gólvi og trýsta rumpuna upp og so bakki eg :) Tað gognur í alt ov skjótt halda mamma og babba :)




torsdag den 8. september 2011

Tvær troyttar diddur

Tá mamma kom eftir mær í barnagarðinum í gjár, var eg so troytt. Tá vit vóru komin hálvan vegin heim tók mamma Mariu upp í berðiseðla, og eg slapp at sita í vognin, tá vit vóru komin næstan heim, stein sovnaði eg og Maria svav eisini :)




Mammubólkur

Eg og mamma eru í mammubólk eina ferð um vikuna, her er myndir av børninum ið eg gangi í mammubólk við.



Frá vinstru liggja: Hugo, Luca, Bror, eg og so Sebastian. Tað er uml ytvær vikur millum tað elsta og yngsta :)

mandag den 5. september 2011

Bygdalív

Í summar vóru vit og ferðaust í Vík tvær ferðir. Fyrst vóru vit fýra og aftan á Ólavsøku vóru omma, abbi, mamma og vit ein túr :)
Tað er so stuttligt at verða har, abbi fangaði krabbar, vit vóru útferð í haganum, og so vóru vit eisini útferð í Tjørnuvík.

Niðri í sandinum í Vík




Mamma og Maria. Maria svav allatíð :)

Ró hevur fingið karm :)



Stóra alda km, tú skalt fáa bomm......

Ró helt tað var ordiliga skeg at renna undan aldinum



Abbi hevur fanga krabbar, teir liggja í baljuni.



Vit fýra :)

Abbi og Ró á veg niðan í hagan



Ró vassar

Maria bara svav og svav :)