mandag den 31. august 2009

Omma farin avstað aftur:(



Í gjár fór omma við flúgvaranum heim til Føroyar, tað er ordiliga keðiligt:( Tað hevur verið so deiligt at hava havt hana her, og nú dugi eg eisini at siga omma:)

So nú mugu omma og abbi skjótt koma at vitja meg, so abbi kann læra meg at siga abbi, og eg kann siga omma við ommu:) Í summar lærdi abbi meg eitt sindur at siga abbi, eg sigi "be", so eg mangli at læra at siga "aaabee".

søndag den 23. august 2009

Omma komin at vitja:)

Í dag hevur verið ein ordiliga hugnaligur dagur. Dagurin byrjaði við at omma fór at renna kapp. Meðan omma fór heim í brúsu fóru eg, mamma og babba í eitt kúlu bað og eina hoppiborg sum er í fiskatorginum, ordiliga skeg:) Aftan á fóru vit at eta brunch, og so fór leiðin í djóragarðin:)




Eg vil hava meira ís!:)
Ummm, eg eti ís frá mammu:)


Eg kelaði geitbukkarnir, teir vóru so fittir, eg bleiv so ivrig at eg roytti tann eina geitabukkin.

Í hoppiborgini á fiskatorginum

Tað var nokk so ringt at halda balansuni, eg datt allatíð...:)
Í kúlubað.

Omma er akkurát komin á mál, eftir at hava runnið 10 km. Ein ordans sporty omma:)

Svimja uttanfyri hjá Herbert





Fyri tveimum vikum síðan, vóru vit hjá gummu. Herbert hevði fingið ein nýggjan svimjihyl, so hann sluppu vit at svimja í:) Fyrst grillaðu vit lekran mat, og so aftan á at svimja, ordiliga skeg:)

torsdag den 13. august 2009

Summar í Føroyum

Tað var soo deiligt at verða heima í Føroyum í summar. Eg ordiliga hugnaði mær við øllum fólkinum sum eg var saman við:)) Meðan eg var í Føroyum lærdi eg meg alt møgulig, millum annað tók eg míni fyrstu skritt heilt einsamøll, so nú dugi eg at ganga:)


Hendan flotta papakeykin fekk eg frá Ommu í Hoyvík á Ólavsøku, hann var so fínur, eg spældi heilt nógv við hann so leingi tað varaði:)

Eg, mamma og babba í føroyskum klæðum á Ólavsøku. Eg var so heldig at sleppa at lána klæðini frá Ásu gummu:)

Vit eru og svimja og Barbara og hennara vinkona vóru við:)


Eg og Barbara lesa bók:)


Kuk kuk, síggja tit meg:)

onsdag den 12. august 2009

Nú eri eg 1 ár

Meðan eg var í Føroyum í summar bleiv eg 1 ár. Føðingardagurin bleiv hildin heima hjá ommu og abba, tað var ein ordiliga góður og stuttligur dagur, við nógvum góðum pakkum:)

Her sleppi eg at prøva lagkøku, ummm namnam:)

Omma stendur og rokast í køkinum:)

Ása gumma, Bjørt og Marta

Gabriel, Kristian Martin, Hallgerð og Fríða

Her eru so nógvir pakkar at pakka upp. Tí meðan eg lá og svav komu nógv fólk, so har vóru nógvir pakkar sum lógu og bíðaði eftir mær:)

Omma í Hoyvík hevur baka og pynta hesa fínu lagkøkuna:)

Siti og spæli við mína føðingardagsgávur, saman við Barbaru, Høgna , Jón Róa og Mariu:)

Eg var so øðiliga hugtikin av hárinum hjá Katrin. Eg vildi allatíð nama við tað, men tað er eisini ordiliga fínt:)

Okkara fitta gella:)