torsdag den 26. februar 2009

Eg og Herbert til baby - tónleik

Í dag hava eg og Herbert verið til baby - tónleik, tað var ordiliga stuttligt. Eg og mamma hava gingið eina ferð um vikuna til baby - tónleik síðan novembur. Mamma hevur bara ongantíð havt myndatólið við, og hevur tí gloymt at skriva nakað um tað. Í februar byrjaðu vit uppá eitt nýtt hold sum eitur 6 - 9 mánaðir, so kom Herbert við, vit halda tað er ordiliga stuttligt:)


Aftan á tónleik, fingu vit at eta, nam nam:)





Her sita vit í vogninum og spæla meðan mamma og gumma fáa sær ein kaffe - munn.

lørdag den 21. februar 2009

Heima hjá okkum

Her eru nakra myndir sum mamma helt vóru góðar.

'Sum tit síggja á tí fyrstu mynduni dugi eg eitt sindur at sita sjálv, men eg koppi nokk so lætt:)



Her liggi eg á gólvinum og hugni mær við einum góðum blaði, meðan mamma, babba og Sigga hyggja eftir x-faktor:)


Eru vit ikki fittar?:)

tirsdag den 17. februar 2009

Mammubólkurin heima hjá okkum








Í dag hava vit havt vitjan av mammubólikinum, tað var ordiliga skeg at síggja, Kristian Martin, Rannvu og Gabriel aftur, men tíanverri var Herbert sjúkur so gumma og hann kundu ikki koma. Nú eru vit nógv broytt síðan vit byrjaðu upp á mammubólk. Vit liggja ikki bara still og siga agøø...nei nei, nú er tað meira futtur í okkum :)

søndag den 15. februar 2009

Ein hugnaligur leygadagur









Í gjár veðrið av tí allar besta, sólin skein allan dagin. Eg, mamma og babba vóru úti og ótu brunch á kulturhúsinum á Islands brygge. Meðan tey ótu lá eg og svav, og so vaknaði eg og fekk greyt. Aftan á gingu vit ein túr í tí góða veðrinum:)

Um kvøldi fóru mamma og babba í biograf. Gubbi og Margret komu heim til okkum at passa uppá meg ímeðan, tað var ordiliga deiligt hjá mammu og babba at sleppa út:)

mandag den 9. februar 2009

Flutt í nýggja íbúð og omma á vitjan




Vit eru flutt frá Oyrasundskolleginum yvur til Islands brygge í egna íbúð. Her er soo deiligt, vit hava 2 altanir, so eg sovi úti í uml. 5 tímar hvønn dag, so eg fái masser av frískari luft ( so frísk sum hon nú einaferð er í Keypmannahavn:))

Omma hevur akkurát verið á skiferiu í Eysturríki, á vegnum steðgaði hon hjá okkum í 4 dagar, tað var ordiliga deiligt:) Egin gubbi kom eisini ein túr framvið, hann var í arbeiðis ørindum niðri.

Mín nýggji stólur




Eg havi fingið mín egna stól, so nú siti eg sjálv og eti saman við mammu og babba, tað er ordiliga deiligt. Eg eri byrja at eta tað sama sum mamma og babba til nátturða. Eg fái epli, grønmeti og antin fisk ella kjøt, tað smakkar bara heilt væl:) Og sum tit síggja á mynduni sleppi eg onkutíð at svansa ordiliga:)

Da da da, na na na...






Nú práti er alla tíðina, eg sigi nanana og dadada og nadanada o.s.fr. Tað ein kvøldið meðan babba gav mær masku, bleiv eg í øðini og rópti mamamama, men eg havi ikki sagt tað síðan so eg veit ikki ordiliga um tað kann teljast við. Tað siga vit bara, tí so er mamma nemliga mítt fyrsta orð:) Mamma og babba fara skjótt at leggja video upptøk av mær meðan eg práti, tað ljóðar ordiliga fitt.

Eg rulli alla tíðina runt, so nú eri eg byrja at flyta meg frá stað til stað. Eg aki ikki ordiliga, men fari aftureftir og til síðina og ruteri, eg kann ordiliga fylgja við meðan mamma gongur aftur og fram. Onkutíð rulli eg eisini runt tá mamma og babba leggja meg at sova, ein ordulig gella:) Á tí eini mynduni eri eg sovna á búkinum, mamma sá at eg hevði rulla runt, men tá hon kom inn aftur í kamarið var eg sovnað.
Á tí triðju mynduni spæla eg og Herbert á gólvinum, Turið gumma og Herbert vóru vitjaðu okkum ein dagin.

søndag den 8. februar 2009

Míni fyrstu jól













Nú er tað gott nokk langt síðan at mamma og babba hava skriva her.

Tað var so deiligt at verða heima á jólum og síggja ommurnar og abba aftur, og øll sysktina børnini. Eg havi eisini fingið eitt nýtt sysktina barn, hann eitur Liam, hann er ordiliga fittur. Liam er føddur tann 31 oktobur, so hann er beint yvir 3 mánaðir, men hann er ordiliga stórur, ein ordand bassi:)

Jólaaftan vóru vit heima hjá ommu og abba, og langommudidd var eisini har. Tað var ordiliga hugnaligt, og tað var fult av pakkum undir trænum og eg átti næstan allar:) Eg skilti ikki so nógv av tí heila, men eg pakkaði tveir pakkar upp við hjálp frá babba og mammu.

1. og 2. jóladag vóru vit hjá ommu í Hoyvík. 1. jóladag vóru øll har, tað var ordiliga stuttligt at verða saman við sysktina børnunum, Høgna, Barbaru, Jón Róa og Liam.

2. jóladag var tað omma, eg, mamma, babba og langomma. Langomma var púra vekk í mær, hon vildi alla tíð næna mær, tað var ordiliga deiligt:)
Seinni um kvøldið 2. jóladag fóru vit í barnadóp hjá Rannvu, vinkonuni hjá mær:) Barnadópurin varð hildin yvuri hjá ommu Rannvu sum eisini eitur Rannvá. Hon býr tvey hús frá Jóngerð ommu.

Annars hugnaðu vit okkum bara. Mamma helt føðingardag 27., so vitjaðu vit familjuna, og trillaðu túrar o.s.fr.

4.januar bleiv Liam doyptur í Hoyvíkar kirkju. Mamma og babba eru fædrar hjá Liam. Meðan eg lá og svav heima hjá ommu og abba, vóru tey í barnadóp, men so slapp eg við til nátturðan.

So tað var ein deiliga hugnalig jólaferia:)