torsdag den 30. oktober 2008

Lívið heima í Føroyum










Áh sum tað er deiligt at hava verið heima í Føroyum og vitja alla mína familju:) Babba fór longu niður til Danmarkar dagin eftir dópin, tí hann skuldi til arbeiðis. So eg og mamma hava bara hugna okkum heima hjá ommu og abba. Vit hava verið nakrar trillitúrar, ikki so ofta sum vit trilla í Danmark, tí her hevur næstan verið stormur hvønn dag, men eg havi eg sovi úti næstan hvønn dag, og tað er so deiligt. Annars havi eg eisini verið og vitja ommu í Hoyvík, og sysktinabørnini, Høgna, Barbaru og Jón Róa. Nú gleða eg og mamma okkum at koma niður aftur til babba. Vit skulu flúgva í morgin saman við Turið gummu og Herbert, so tað verður spennandi.



onsdag den 22. oktober 2008

Eg eiti Ró Høgnesen




Tann 19. oktober bleiv eg doypt í Vesturkirkjuni, so nú eiti eg Ró:) Aftan á dópin, fóru vit niðan til ommu í Hoyík at eta døgurða, tað var orduliga hugnaligt. Tá eg hevði sovið mín fyrsta blund í dópskjólanum, lat mamma meg í ein ordiligan prinsessu kjóla;)

Aftan á fóru vit oman til ommu og abba at eta nátturða, har komu ordiliga nógv fólk sum eg ongantíð havi sæð fyrr, so tað var ordiliga deiligt at møta allari familjuni hjá mær og vinfólkum hjá mammu og babba.

søndag den 5. oktober 2008

Hey tit øll...





Nú dugi eg nokk so væl at halda høvdinum. Mamma og babba royna at leggja meg á búkin við hvørt, og onkuntíð blívi eg í øðini, men nú tími eg betur, tí nú klári eg at halda høvdinum:)