søndag den 30. maj 2010

Gevi dunnunum at eta

Í síðstu viku hevði eg eitt sindur av febri í nakrar dagar. So eg var eitt sindur illa fyri og ringan matarlyst, men nú havi eg tað nógv betur :) Tann síðsta av døgunum tá eg var eitt sindur illa, fyri, hugsaði mamma at nú mátti eg sleppa út ein túr, so vit súklaðu yvir til dunnurnar fyri at geva teimum at eta :)



torsdag den 27. maj 2010

Handklæð á høvdinum akkurát sum mamma :)

Tað eina kvøldið aftan á eg hevði verið í bað, hjálpti babba mær at koyra handklæðið á høvdið, akkurát líka sum amamma altíð ger, eg helt at tað var ordiliga stuttligt :)



lørdag den 22. maj 2010

Herbert og eg spæla

Hósdagin var Herbert heima hjá okkum ístaðin fyri at fara í vøggustovu, tað má hann gera aftur skjótt, tí tað var so skeg at spæla við hann :))

Her hava vit akkurát verið í netto og keyp inn, og vit fingu appilisin juice aftaná :)

Vit gynga, Herbert helt at tað var so stuttligt at fara av og so uppá aftur.

Her eru vit akkurát vaknaði, vit sótu heilt leingi so fitt og lósu bók :)

fredag den 21. maj 2010

Heima í Føroyum

Eg og mamma hava akkurát verið heima í Føroyum, og tað var ordiliga deiligt:) Eg hugnaði mær ordiliga heima hjá ommu og abba, og tað var eisini ordiliga deiligt at síggja ommu og øll míni systkinabørn aftur :)) Mamma tók ikki so nógvar myndir, men her eru nakrar.


Eg hjálpi abba við at tøma uppvaskmaskinuna.

Fitta snýði hjá mammu og babba :)

Her fari eg ein trillitú, tað elski eg :)

Her gangi eg í ommusa skóm.