søndag den 25. marts 2012

Úti í spæliplássinum

Tað hevur verið so lekkurt veður í seinastuni. Eisini í dag hevur sólin skinið í allan dag :) her eru vit uttanfyri í spæliplássinum.

lørdag den 24. marts 2012

Vitja Siggu gummu

Í dag fóru vit ein biltúr við okkara nýggja bili, yvir til Siggu gummu og tey :) Fyrst sótu vit so fitt og perlaðu, so spældi Rógvi og Ró krógva og blunda, meðan Uni perlaðu víðari :) so vóru vit eisini so heldig at fáa døgurða frá teimum :)

mandag den 19. marts 2012

Maria sjúk

Lítla didda er sjúk :( Tá er gott at hava eina fitta stórasystur sum tímur at nina:)

torsdag den 15. marts 2012

Til sjónleik

Í dag hava Ró og mamma verið til sjónleik i det lille teater. Sjónleikurin æt Den glade Løve.

torsdag den 1. marts 2012

Rannvá og Ró spæla

Í dag hava Rannvá og Magnus verið og vitja, tað var stuttligt :)