mandag den 24. oktober 2011

Raska Ró

Í dag hevur Ró verið til kontrol. Nú vigar hon 14,2 kg. og er 96,2 kg. At fara til kontol er nakað Ró hevur vant seg við. Tá vit fortelja henni tað um morgunin, sigur hon líka okkurt øv, men ikki meira enn tað. Tað einasta sum er einki stuttligt er tá prøvin úr nøsini skal takast, ella um tey skulla taka blóðroynd.
Tær síðstu 5 ferðirnar hon hevur verið til kontrol, hevur hon prøva at siti í einari boks, sum pá sikt skal máta hennara lungafunktión. Enn er hon ov lítil til at mann ordiliga kann brúka resultati, tí tey skulla anda upp á onkran ávísan máta, og tað er hon ov lítil til at skilja enn. Men tað skal hon gera hvørja ferð hon er til kontrol. Fyrstu ferð vildi hon ikki anda í maskuna, men fyri hvørja ferð hon hevur verið hevur hon vilja prøva meira og meira, og fyri fyrstu ferð í dag koyrdu vit hurðina aftur, meðan hon sat inni í boksini í uml.5 min. Fyrst skal hon anda í eina løtu, síðan eina pausu, anda eina løtu afturat so aftur pausu og so aftur anda eina løtu afturat. Tað helt fysioterapeuturin verða ordiliga flott, tí nógv børn vilja slett ikki inn í boksina.
Tá vit vóru liðug í sjúkrahúsinum, fóru vit ein tú út í Fields at eta og ein túr í capella play:)












Ingen kommentarer: