tirsdag den 11. oktober 2011

Heilsusjúkrasystur á vitjan

Í samband við at Maria nú er blivin 4 mánaðir gomul, kom heilsusjúkrasysturin á vitjan. Hon bleiv vigað og máld. Nú vigar hon 6,5 kg og er 64 cm. Maria var so blíð, hon royndi at blanda seg uppí meðan vit snakkaðu :) Hon er byrja at snakka nógv nú, og dugir eisini at rópa. Í síðstu viku rullaði hon fyri fyrstu ferð frá rygg til búk, so røsk :)



Soleiðis liggur Maria ofta og fylgir við meðan vit eta.



Tá Ró roksar við Mariu smílist hon um alt fimmoyra, og kann eisini flenna hart, so stuttligt :)

Ingen kommentarer: