Tá mamma og babba fortelja mær um morgunin at vit skulu á sjúkrahúsið, blívi eg fyrst eitt sindur kedd, men aftan á 3 min. sigi eg soleiðis :"lækni lurta, og vita hvussu stór eg eri blivin, og so koyra í nøsina, og tað er ikki stuttligt, tá fer Ró at gráta", og rætt hevur hon.
Hon heldur sær fyri nøsina, og brúkar allar kreftir hon hevur, fyri ikki at skula koyra slanguna í nøsina, men tað er hon tíanverri noydd til :( Aftan á fær hon altíð okkurt frá sjúkrasysturini, antin rosinur, gummibomm, smarties og onkutíð eina bamsu:) Tá læknin so skal til at lurta, lytir hon sjálv blusuna upp, og fer sjálv yvir og stillar seg á vektina, ordiliga røsk. Nú vigi eg uml. 13,8 kg, og eri 93 cm, liggji á miðal, tað er ordilig gott :)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar