fredag den 6. maj 2011

Páskir

Vit høvdu eini deilig páskir her í Danmark. Veðrið var av tí allar allar besta:) Skírðishósdag vóru vit heima og nýtti góðveðrið. Langafríggjadag komu Rannvá, Fríða og Svein til døgurða. Ró og Rannvá hugnaðu sær ordiliga :) 1. páskadag fóru vit ein túr í tivoli, og tað var eisini ordiliga skeg :)

Og til síðst í tivoli, fingu vit okkum døgurða, og Ró hugnaði sær vit at eta fisk og kips :)


Fitta diddan :)





Her sita vit og hugna okkum við jarðberum :)



Halló mamma :)




Ró og babba fóru høgt upp:)




Páskamorgun slapp Ró at eta sítt fyrsta páskaregg (við eitt sindur av hjálp frá okkum:), og tað var ordiliga lekkurt. Ró var so heldig tá hon var í Føroyum, tí hon fekk tvey páskaregg, eitt frá Rúnu gummuni og eitt frá síni langommudidd :)



Tær sita púra vekk og hyggja eftir Pippi. Ró dámar so væl at hygja eftir pippi fyri tíðuna, hon fekk nakrir pippi filmar frá abbanum, meðan hon var í Føroyum.



Ró og Rannvá sita á altanuni.



Ró kastar steinar, og tað elskar hon at gera. Tá vit vóru heima í Føroyum skuldi hon kasta steinar í hvønn einasta hyl :)


Ingen kommentarer: