søndag den 8. marts 2009

Vikuskifti


Hetta vikuskifti hava eg og mamma verið alene hjemme. Babba er í Svøríki og stendur á skí saman við Dann gubba, Anfinn og Svein pápa Rannvu. Teir fóru avstað tíðliga leygarmorgun og koma aftur í kvøld, so tað er ikki ein so langur steðgur, men eg gleði meg allígavæl til hann kemur heim :)

Eg og mamma hava eisini hugna okkum. Vit hava lánt bilin hjá Anfinn, so vit fóru yvir á Oyrasundskollegi at vitja gubba og Margret, og aftan á fóru vit trillutúr saman við Fríðu, Rannvu, Siggu og Karin. Tá vit vóru lidnar at ganga túr fóru vit inni til Rannvu at eta og so at spæla.

Ingen kommentarer: