onsdag den 25. marts 2009

Mín fyrsta tonn

Í gjárskvøldið fann mamma útav at ein tonn var komin undan í undirmunninum. Mamma og babba prøvaðu at hyggja, men tað vildi eg ikki. Tungan var alla tíð í vegin, so tey sóu einki:) Babba føldi at síðutonnin var eisini væl á veg upp. Mamma og babba halda ikki at eg havi verið merkt av at fingið tonnina, men eg havi bitið meira í ting enn eg plagi. So tey vóna at eg haldi á fram við at bíta og ikki grenja:)

Í morgin kemur Rúna gumma at vitja okkum, eg gleði meg so nógv, vit fara ordiliga at hugna okkum:)
Og um tvær vikur koma omma og abbi til okkum, eg kann næstan ikki bíða. Omma og abbi eru eisini so spent at síggja meg, tað verður so deiligt:)


Hetta eru tvær tilvildaliga myndir.

Her eri eg mitt í rokanum, eg royni at "hjálpa" babba at seta eitt rulliskáp saman:)


Her siti eg so fitt í mínari fínu troyggju sum eg fekk frá Siggu, meðan eg lá inni í búkinum hjá mammu :-)


1 kommentar:

Sigga sagde ...

Ein tonn, ja nú ert tú blivin stór! Og helligens ikki tú ert í fínari troyggju;o) Sigga