søndag den 8. februar 2009

Míni fyrstu jól













Nú er tað gott nokk langt síðan at mamma og babba hava skriva her.

Tað var so deiligt at verða heima á jólum og síggja ommurnar og abba aftur, og øll sysktina børnini. Eg havi eisini fingið eitt nýtt sysktina barn, hann eitur Liam, hann er ordiliga fittur. Liam er føddur tann 31 oktobur, so hann er beint yvir 3 mánaðir, men hann er ordiliga stórur, ein ordand bassi:)

Jólaaftan vóru vit heima hjá ommu og abba, og langommudidd var eisini har. Tað var ordiliga hugnaligt, og tað var fult av pakkum undir trænum og eg átti næstan allar:) Eg skilti ikki so nógv av tí heila, men eg pakkaði tveir pakkar upp við hjálp frá babba og mammu.

1. og 2. jóladag vóru vit hjá ommu í Hoyvík. 1. jóladag vóru øll har, tað var ordiliga stuttligt at verða saman við sysktina børnunum, Høgna, Barbaru, Jón Róa og Liam.

2. jóladag var tað omma, eg, mamma, babba og langomma. Langomma var púra vekk í mær, hon vildi alla tíð næna mær, tað var ordiliga deiligt:)
Seinni um kvøldið 2. jóladag fóru vit í barnadóp hjá Rannvu, vinkonuni hjá mær:) Barnadópurin varð hildin yvuri hjá ommu Rannvu sum eisini eitur Rannvá. Hon býr tvey hús frá Jóngerð ommu.

Annars hugnaðu vit okkum bara. Mamma helt føðingardag 27., so vitjaðu vit familjuna, og trillaðu túrar o.s.fr.

4.januar bleiv Liam doyptur í Hoyvíkar kirkju. Mamma og babba eru fædrar hjá Liam. Meðan eg lá og svav heima hjá ommu og abba, vóru tey í barnadóp, men so slapp eg við til nátturðan.

So tað var ein deiliga hugnalig jólaferia:)

Ingen kommentarer: