mandag den 9. februar 2009

Da da da, na na na...






Nú práti er alla tíðina, eg sigi nanana og dadada og nadanada o.s.fr. Tað ein kvøldið meðan babba gav mær masku, bleiv eg í øðini og rópti mamamama, men eg havi ikki sagt tað síðan so eg veit ikki ordiliga um tað kann teljast við. Tað siga vit bara, tí so er mamma nemliga mítt fyrsta orð:) Mamma og babba fara skjótt at leggja video upptøk av mær meðan eg práti, tað ljóðar ordiliga fitt.

Eg rulli alla tíðina runt, so nú eri eg byrja at flyta meg frá stað til stað. Eg aki ikki ordiliga, men fari aftureftir og til síðina og ruteri, eg kann ordiliga fylgja við meðan mamma gongur aftur og fram. Onkutíð rulli eg eisini runt tá mamma og babba leggja meg at sova, ein ordulig gella:) Á tí eini mynduni eri eg sovna á búkinum, mamma sá at eg hevði rulla runt, men tá hon kom inn aftur í kamarið var eg sovnað.
Á tí triðju mynduni spæla eg og Herbert á gólvinum, Turið gumma og Herbert vóru vitjaðu okkum ein dagin.

Ingen kommentarer: