søndag den 15. januar 2012

Ró til CT skanning

Í síðstu viku var Ró í CT skannarnum. Annað hvørt ár skal hon í skannaran fyri at hyggja eftir lungunum, og vita um alt er sum tað skal vera. Sjálvt um hon er til kontrol hvønn mánað, kann okkurt goyma seg, sum læknarnar ikki kunna hoyra, og tí verður hon kannað eyka við at fara í skannaran. Av tí at Ró er so lítli enn, skuldi hon í narkosu tí hon skuldi liggja so pinna still meðan hon var í skannaranum.
Næstu ferð hon fer til kontrol fáa vit at vita hvussu í skanningin gekk.


Hesa fittu bamsuna fekk eg, tí eg skuldi í narkosu.


Vit báðar so fínar við masku :) Vit vóru á einari deild har onnur børn sum hava cf vóru innløgd við onkrari bakteriu, og tískil mátti hon hava maskuna, so hon ikki bleiv smitta.

Ingen kommentarer: