fredag den 20. august 2010

Í Tivoli

Síðsta sunnudag, vóru vit í Tivoli, tað var sooo skeg. Eg prøvaði trý ting. Fyrst sat eg á einum hesti í einari karrusel, meðan mamma sat við síðuna av. Aftan á fóru eg og babba at koyra bil, og eg snakki enn um gulan bil í tivoli :) Aftan á tað fóru eg og mamma í ein flúgvara, tað var eisini stuttligt, men eg bleiv eitt sindur bangin um hann fór ov langt upp, so segði eg við mamma, niður niður. Eg var ordiliga stolt og glað/spent at pøva hesu tingini, tá túrarnir vóru lidnir, segði eg meira :))





Ingen kommentarer: