søndag den 1. november 2009

Eg, mamma og babba í djóragarðinum

Í síðstu viku fóru vit ein túr í djóragarðin, tað haldi eg er ordiliga stuttligt:) Eg peiki, og royna at herma eftir djóraljóðinum.

Har eru nógvir pingu´ir:)

Her siti eg í míni fínu troyggju, sum eg fekk í føðingardagsgávu frá Ásu gummu:)


Babba fekk ikki ordiliga nakra góða mynd, men apan kom fleiri ferðir heilt yvir til rútin, so tað virkaði sum um vit stóðu beint ísíðuna av hvørjum øðrum, tað helt eg var ordiliga stuttligt:)

Ingen kommentarer: