lørdag den 27. juni 2009

Til musik

Her spæla vit eitt bóltaspæl, so koma bóltarnar skifivís til øll børnini, og so skullu vit koyra bóltarnar út aftur. Og sum tit síggja so kasti eg bóltin út aftur.

Børnini elska tá Line byrjar at spæla haramoniku.


Út ímóti endanum hevur konan hesa paraplyuna, sum hon sveiggjar aftur og fram so at vindur kemur á okkum. So steðgar hon viðhvørt so at hesturin á paraplyini kann mussa okkum:)


Hetta dámar mær ikki so væl. Hetta spæli var eisini ímóti endanum, so eg var eitt sindur móð. Beint aftan á hesa mynduna fór eg et gráta, tí eg tímdi ikki at verða undir hesum teltinum.

Tit síggja tað ikki á mynduni, men eg siti og rópi, haldi kanska eg royni at syngja:)

Eg haldi at tað er so stuttligt at trumma:)

Eri eg ikki fín við hatti? Inni í hattinum býr ein kanin:)

Eg mussi kaninina:)

Hósdagin vóru vit til musik fyri síðstu ferð áðrenn summasteðgin:( Mær dámar so væl at ganga til musik, og serliga nú tá eg og øll børnini duga at verða við sjálvi, t.d. klappa og trumma, o.s.fr.
Eg og babba fara nokk at halda á framm við at ganga til musik.
Sum tit øll kanska ikki vita, fer mamma aftur í skúla aftan á summar. Babba fer so at verða heima hjá mær til og við februar í næsta ár, tað verður ordiliga deiligt:)

Ingen kommentarer: