lørdag den 27. juni 2009
Til musik
Hósdagin vóru vit til musik fyri síðstu ferð áðrenn summasteðgin:( Mær dámar so væl at ganga til musik, og serliga nú tá eg og øll børnini duga at verða við sjálvi, t.d. klappa og trumma, o.s.fr.
Eg og babba fara nokk at halda á framm við at ganga til musik.
Sum tit øll kanska ikki vita, fer mamma aftur í skúla aftan á summar. Babba fer so at verða heima hjá mær til og við februar í næsta ár, tað verður ordiliga deiligt:)
Á café with the girls
lørdag den 13. juni 2009
Okkara lítla fitta didda, sum knappuliga er blivin so stór
So er mín fjórða tonn komin
Síðsta vikuskifti tá eg svav hjá Turið gummu fekk eg eina tonn í yvurmunninum. Longu eina viku seinni fekk eg eina tonn aturat, so nú verður nokk lættari hjá mær at tyggja matin:)
tirsdag den 9. juni 2009
Mín fyrsta útferð uttan mammu og babba


Dagin eftir komu mamma og babba eftir mær, aftan á vit høvdu eti lekran brunch frá gummu fóru vit heim:) Gumma segði at eg var so røsk, hon segði at eg endiliga mátti koma aftur at sova, so hvør veit um eg onkutíð fari tað:)
tirsdag den 2. juni 2009
Ein hugnalig hvítusunna
Nú er sindur langt síðan vit hava skiva síðst, men vit hava gjørt alt møguligt. Vit hava verið í føðingardag hjá Herbert, og verið til babymusik o.s.fr. Veðrið hevur verið av tí allar besta.
Eg elski at liggja á reiggjuni. Eg njóti tað ordiliga, onkutíð eri eg við at sovna so lekkurt tað er.
Puuhaa tað er heitt. Mamma og babba trilla túr og njóta tað góða veðrið, meðan sovi eg.
Abonner på:
Opslag (Atom)