torsdag den 21. maj 2009

Mín nýggi gangivognur

Nógv er hent síðan vit eru komin niður til Danmarkar aftur. Eg eri byrja at ganga framvið so spakuliga, og eg reisi meg upp allatíð. So vóru í Ikea ein dagin, og tá fekk eg hendan gangivognin, nú kann eg øva meg eitt sindur við at ganga. Tað er nokk so ringt at ganga við honum, rumpan stingur langt út eftir tá eg komi gangadi:)




Sum tit síggja á mynduni, eri eg ein ordulig gella. Eg fari allastaðni, og serliga dámar mær væl at standa framvið uppvaskmaskinuna. Og um eg ikki røkki eftir tinginum, so má eg bara sjálv finna út av hvussu eg skal fáa fatur á teimum:)

Ingen kommentarer: