søndag den 24. maj 2009
torsdag den 21. maj 2009
Mín nýggi gangivognur
Nógv er hent síðan vit eru komin niður til Danmarkar aftur. Eg eri byrja at ganga framvið so spakuliga, og eg reisi meg upp allatíð. So vóru í Ikea ein dagin, og tá fekk eg hendan gangivognin, nú kann eg øva meg eitt sindur við at ganga. Tað er nokk so ringt at ganga við honum, rumpan stingur langt út eftir tá eg komi gangadi:)

søndag den 17. maj 2009
So vóru vit heima aftur
Nú eru vit so komin niður og heim í øllum góðum:) Síðsata tísdag komu vit niður, men meðan vit sótu í flogfarinum funnu vit út av at vit høvdu gloymt lykilin eftir í einari tasku í flogvøllinum í Føroyum:( Puhaa tað var keðiligt, men tíanbetur kundu vit sova hjá Fríðu, Svein og Rannvu. Tað
var bara hugnaligt, tí tá eg so vaknaði mikumorgunin slapp eg at spæla vit Rannvu aftur, tað var ordiliga stuttligt:) Vit fingu taskuna aftur mikukvøldið, tá var gott at koma heim:)
Abonner på:
Opslag (Atom)