tirsdag den 7. april 2009

Til kontrol












Í dag var eg til kontrol á ríkissjúkrahúsinum. Tað gekk bara væl, eg vigaði 8,14 og var 71 cm, tey søgdu at eg var ein miðal stødd dama, betur kann tað ikki blíva:) Aftan á eg hevði gjørt alt tað vanliga, sum er at blíva viga, máld og suga, skuldi eg hesa ferð taka nakrar blóðroyndir.

Einaferð um árið skal eg ígjøgnum eitt kontrol, har tey taka eina rúgvu av blóðroyndum. Eftir sum eg eri so lítil enn, tóku tey helvtina av blóðroyndinum hesa ferð, og so helvtina næstu ferð. Millum annað verður nýra tøl, stoffskifti, vitamin mongd og imunforsvarið kannað. Tað var einki stuttligt at taka blóðroyndirnar, tí eg var so øðiliga móð, eg hevði bara sovið í 20 min, og vanliga sovið eg uml. 2-3 tímar, so puuhhaa tað var srævið:-(

Rúna gumma var við hesa ferð, tað var deiligt, tí nú veit hon akkurát hvat tað er eg geri har hvønn mánað:)

Í morgin koma omma og abbi til mín, gleði meg sooo nógv, kann næstan ikki bíða:-))

Ingen kommentarer: