Eg haldi at uppvaskismaskinan hjá ommu og abba er so spEnnandi, at er reisi meg upp fyri at hyggja hvat er í:)
Her eri eg og vitjin ommu í Hoyvík.
Eg siti hjá abbadidd;)
Eg og mamma vóru og vitjaðu Katrin og Duritu.
Eg og mamma eru heima í Føroyum og feðrast. Vit fylgdust heim saman við ommu og abba. Tað er so deiligt at verða heima, vit bara hugna okkum, men nú gleði eg meg til at síggja babba aftur:)
Meðan eg havi verið í Føroyum, havi eg lært meg alt møguligt. Tá eg aki fari eg meir og meir upp á knøðini og vaggi aftur og fram, og viðhvørt fari avstað á knøðunum, so tað verður nokk ikki leingi til eg fari at grulva. Eg eri eisini byrja at reisa meg upp. So nú mugu mamma og tey ordiliga ansa eftir hvar eg fari:)
lørdag den 25. april 2009
Feðrast heima í Føroyum
søndag den 12. april 2009
Omma og abbi á vitjan:)
Nú eru omma og abbi endiliga komin at vitja okkum. Tað er ordiliga deiligt, vit ganga bara og hugna okkum, og eitt sindur verður eisini shoppa:-)
Langafríggjadag vóru eg, mamma, babba, omma, abbi, gubbi og Margret í djóragarðinum. Har vóru øll møgulig djór at síggja, men eg sá ikki so nógv av tí heila. Eg sat fyri tað mesta í vogninum og spældi, og til síðst sovnaði eg.
tirsdag den 7. april 2009
Til kontrol
Í dag var eg til kontrol á ríkissjúkrahúsinum. Tað gekk bara væl, eg vigaði 8,14 og var 71 cm, tey søgdu at eg var ein miðal stødd dama, betur kann tað ikki blíva:) Aftan á eg hevði gjørt alt tað vanliga, sum er at blíva viga, máld og suga, skuldi eg hesa ferð taka nakrar blóðroyndir.
Einaferð um árið skal eg ígjøgnum eitt kontrol, har tey taka eina rúgvu av blóðroyndum. Eftir sum eg eri so lítil enn, tóku tey helvtina av blóðroyndinum hesa ferð, og so helvtina næstu ferð. Millum annað verður nýra tøl, stoffskifti, vitamin mongd og imunforsvarið kannað. Tað var einki stuttligt at taka blóðroyndirnar, tí eg var so øðiliga móð, eg hevði bara sovið í 20 min, og vanliga sovið eg uml. 2-3 tímar, so puuhhaa tað var srævið:-(
Rúna gumma var við hesa ferð, tað var deiligt, tí nú veit hon akkurát hvat tað er eg geri har hvønn mánað:)
Í morgin koma omma og abbi til mín, gleði meg sooo nógv, kann næstan ikki bíða:-))
Mín fyrsti svimjitúrur
Mánadagin vóru eg, mamma, Rúna gumma og Sigga og svomið, tað var ordiliga stuttligt:) Eg var ordiliga djørv, tí eg var slett ikki bangin fyri vatninum, og eg dykkaði heilar tríggjar ferðir undir.
Sigga lándi okkum eitt hylstur til myndatólið til at taka myndir undir vatninum, og so tók hon eisini upp á video meðan eg dykki:-))
Rúna gumma á vitjan
fredag den 3. april 2009
Abonner på:
Opslag (Atom)