onsdag den 30. september 2009
Tvær prinsessur
Í dag havi eg haft fornemma vitjan, Krónprinsessa Mary var og vitjaðu á deildini:) Meðan babba og omma sótu og ótu, gekk eg ein túr út í gongina. Tá kom Mary prinsessan og heilsaði upp á meg, meðan eg sat og spældi. Tey filmaðu meg eisini, meðan eg sat og spældi við dukkuna, og tey søgdu, at tað fór at koma í sjónvarpi í einari sending aftan á nýggjár. Aftan á kom babba út og heilsaði upp á Mary, og spurdi um hann kundi tað mynd av mær og henni:)))

Picnic í fælledparkini við Herbert
Næst síðsta vikuskifti bjóðaði gumma okkum til picnic í fælledparkini, tað var so hugnaligt. Vit skuldu bara møta upp, so hevði mín fitta gumma gjørt lekran brunch og baka kaku:) Veðrið var eisini av tí allar besta, sólin skein oman og niðan. Eg og Herbert hugnaðu okkum, har var so stórt so vit kundi renna runt sum vit vildu:)

Á sjúkrahúsinum
Her hendir ikki tað stóra fyri tíðina. Nú eru bara tveir dagar eftir til eg komi heim, gleði meg so nógv:))) Tað fyrstu vikuna hevði eg tað ikki allar best, hevði eitt sindur av bivirkningum, tímdi ikki so væl at eta og hevði diarré, men nú havi eg tað nógv betur:)
Í síðstu viku kom omma til okkum, tað er so deiligt at hava hana her:)) Hon er á sjúkrahúsinum hvønn dag saman við mær og babba, so mamma kann fara heim eina løtu og skriva uppgávu.
Herbert var og vitjaði meg eitt kvøldið, tað sær út sum vit ætla okkum út?
Í síðstu viku kom omma til okkum, tað er so deiligt at hava hana her:)) Hon er á sjúkrahúsinum hvønn dag saman við mær og babba, so mamma kann fara heim eina løtu og skriva uppgávu.
onsdag den 16. september 2009
Hyggedagur saman við mammu og babba:)
Í dag vóru eg, mamma og babba úti í fields og spældu í Capella play. Tað er eitt slags spæli land fyri børn - tað var ordiliga stuttligt:)
Í morgin skal eg innleggjast í 14 dagar:( Eg havi fingið eina keðiliga bakteriu. Læknarnir vilja verða helt sikrir í at hon fer vekk, so eg eri byrja upp á ein sterka antabiotika viðgerð í 3 mánaðir. Tað inniber at eg skal hava eina masku við antabiotika í tvær ferðir um dagin í uml. 15 min, og so fái eg eitt annað slag av antabiotika sum eg eti tvær ferðir um dagin.Og í morgin skal eg innleggjast í 14 dagar, har eg fari at fáa eina antabiotika viðgerð 3 ferðir um dagin.Til síðst vil eg siga at eg havi tað fínt, babba og mamma merkja einki á mær, so vónandi fer alt at ganga gott:)
Eg fór bara avstað heilt sjálv, heldsje eg tori væl?:)

mandag den 14. september 2009
søndag den 13. september 2009
Eitt frálíkt vikuskifti
Í dag hava vit, Herbert og tey og Rannvá og tey, verið í djórahavanum. Tað var ordiliga hugnaligt:)
Har vóru fleiri hjortir.
lørdag den 5. september 2009
Ein vátur og góður leygardagur
Dagurin byrjaði við at vit fóru út at spæla. Tað hevði akkurát regna, so eg mátti fara í regndraktina, men eg hugnaði mær fyri tað:)
Seinni komu Herbert, gumma og Hallur at eta døgurða. Beint sum vit høvdu etið, fóru babba og Hallur til fótbóltsdyst millum Danmark - Portugal. Eg og Herbert hugnaði okkum óført, tað var futtur í okkum til tey fóru avstað og eg fór í song:)

tirsdag den 1. september 2009
Babba heima hjá mær:)
Nú er nógv hent síðan vit eru komin niður til Dk eftir summarferiðuna. Eg dugi so væl at ganga nú, so eg grulvi næstan ikki meira.
Mamma er byrja í skúlanum aftur, so nú er babba heima hjá mær, tað er ordiliga deiligt:) Babba hevur orlov frá DBU í 6 mánaðir, og so skal mamma verða heima aftan á tað:)

Mamma er byrja í skúlanum aftur, so nú er babba heima hjá mær, tað er ordiliga deiligt:) Babba hevur orlov frá DBU í 6 mánaðir, og so skal mamma verða heima aftan á tað:)
Abonner på:
Opslag (Atom)