onsdag den 30. september 2009

Tvær prinsessur

Í dag havi eg haft fornemma vitjan, Krónprinsessa Mary var og vitjaðu á deildini:) Meðan babba og omma sótu og ótu, gekk eg ein túr út í gongina. Tá kom Mary prinsessan og heilsaði upp á meg, meðan eg sat og spældi. Tey filmaðu meg eisini, meðan eg sat og spældi við dukkuna, og tey søgdu, at tað fór at koma í sjónvarpi í einari sending aftan á nýggjár. Aftan á kom babba út og heilsaði upp á Mary, og spurdi um hann kundi tað mynd av mær og henni:)))


Ingen kommentarer: