lørdag den 5. september 2009

Ein vátur og góður leygardagur

Dagurin byrjaði við at vit fóru út at spæla. Tað hevði akkurát regna, so eg mátti fara í regndraktina, men eg hugnaði mær fyri tað:)
Seinni komu Herbert, gumma og Hallur at eta døgurða. Beint sum vit høvdu etið, fóru babba og Hallur til fótbóltsdyst millum Danmark - Portugal. Eg og Herbert hugnaði okkum óført, tað var futtur í okkum til tey fóru avstað og eg fór í song:)





Eg og Herbert dansa til tónleikin:)
Herbert og eg royna at rýma upp gjøgnum trappurnar í uppgongini hjá okkum, men tað eyðnaist okkum ikki:)

Ingen kommentarer: