Her hendir ikki tað stóra fyri tíðina. Nú eru bara tveir dagar eftir til eg komi heim, gleði meg so nógv:))) Tað fyrstu vikuna hevði eg tað ikki allar best, hevði eitt sindur av bivirkningum, tímdi ikki so væl at eta og hevði diarré, men nú havi eg tað nógv betur:)
Í síðstu viku kom omma til okkum, tað er so deiligt at hava hana her:)) Hon er á sjúkrahúsinum hvønn dag saman við mær og babba, so mamma kann fara heim eina løtu og skriva uppgávu.
Herbert var og vitjaði meg eitt kvøldið, tað sær út sum vit ætla okkum út?
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar